Vinna

So lækkaðu Magn og EFFO aftur prísirnar á brennievni

EFFO lækkaði prísin í gjár, og Magn hevur lækkað hann í dag

2022-08-05 09:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Prísirnir á brennievni eru spakuliga á veg niður aftur, eftir skjóta vøksturin, sum hevur verið.

Prísurin er lækkaður við 0,19 kr/liturin.

Bæði EFFO og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og kostar nú ein litur av bensini 13,75 kr. Vøksturin á bensini er 32% higartil í ár. Prísurin á bensini toppaði tann 16. juni, og tá kostaði ein litur av bensini 15,48 kr. Prísurin er lækkaður við 1,73 kr/liturin síðani tá.

Ein litur av dieseli kostar nú 12,70 kr. Vøksturin á dieseli er 50% higartil í ár. Prísurin á dieseli toppaði tann 22. juni, og tá kostaði ein litur av dieseli 13,99 kr. Prísurin er lækkaður við 1,29 kr/liturin síðani tá.

Oljufeløgini selja í dag 1000 litrar av gassolju fyri 11.963 kr. Vøksturin á gassolju er 54% higartil í ár. Prísurin á gassolju toppaði tann 29. juni, og tá kostaði ein litur av gassolju 13,313 kr. Prísurin er lækkaður við 1,350 kr/liturin síðani tá.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder