Prísirnir á brennievni eru spakuliga á veg niður aftur, eftir skjóta vøksturin, sum hevur verið.
Prísurin á bensini er lækkaður við 0,25 kr/liturin, og er prísurin á dieseli og gassolju lækkaður 0,19 kr/liturin.
Bæði EFFO og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og kostar nú ein litur av bensini 14,16 kr. Vøksturin á bensini er 36% higartil í ár. Prísurin á bensini toppaði tann 16. juni, og tá kostaði ein litur av bensini 15,48 kr. Prísurin er lækkaður við 1,32 kr/liturin síðani tá.
Ein litur av dieseli kostar nú 13,11 kr. Vøksturin á dieseli er 55% higartil í ár. Prísurin á dieseli toppaði tann 22. juni, og tá kostaði ein litur av dieseli 13,99 kr. Prísurin er lækkaður við 0,88 kr/liturin síðani tá.
Oljufeløgini selja í dag 1000 litrar av gassolju fyri 12.375 kr. Vøksturin á gassolju er 59% higartil í ár. Prísurin á gassolju toppaði tann 29. juni, og tá kostaði ein litur av gassolju 13,313 kr. Prísurin er lækkaður við 0,938 kr/liturin síðani tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald