Vinna

So hækkaðu prísirnir á brennievni aftur

Aftur eina viku við lækkandi prísum á brennievni, so hevur Magn hækkað prísirnar í nátt.

2022-03-18 07:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað kostar í morgun 12,6 kr fyri liturin, at keypa bensin frá Magn, tað er ein hækking á 0,37 kr/liturin.

Ein litur av dieseli kostar 11,21 kr/liturin, sum er ein hækking á 0,37 kr/liturin.

1000 litrar av gassolju kosta í morgun 10.225 kr, sum er ein hækking á 375 kr í mun til í gjár.

Prísirnir hjá EFFO eru enn óbroyttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder