Vinna

So er klárt til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa frá JFK

Í gjárskvøldið vóru maskinurnar til Fish ans Chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – vælsmakkandi Fish and Chips í heimsklassa!

Mynd: Ensku kokkarnir Craig Lewis, til vinstru, og Daniel Anthony Dance, høgrumegin

Mynd: Ensku kokkarnir Craig Lewis, til vinstru, og Daniel Anthony Dance, høgrumegin

2023-08-19 09:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin og JFK hevur havt fleiri folk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa.

Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at seinasta ár varð útvega ein nýggj maskina. Hetta stytti munandi um bíðitíðina hjá fólki.

Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish and Chips kokkar úr Onglandi, sum vitja í Klaksvík á Sjómannadegnum.

Fyri 7. ferð er Craig Lewis við á Sjómannadegnum. Hann sigur í stuttari viðmerking, at hann undir korona-tíðini saknaði henda árliga túrin til Klaksvíkar, tá Sjómannadagurin varð avlýstur Men nú er hann er aftur í Klaksvík annað árið á rað, og sum sagt omanfyri fyri 7. ferð.

Og enn eindaferð er hann er tilreiðar at borðreiða upp ímóti 8.000 portiónum til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið tað talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2022.

Um Craig Lewis kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Cavin Lewis, sum fyrr hevur verið til Sjómannadagin sum kokkur. Craig býr og arbeiðir í London.

Men í ár er eisini ein nýggjur kokkur við í Klaksvík fyri fyrstu ferð, Daniel Anthony Dance, sum dagliga arbeiðir saman við Craig í London.

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13,30 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum.

Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latnar ókeypis til sjúkrahúsið, røktarheim, eldraheim og onnur heim í Klaksvík.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder