Lýsing

Smoltstøðin hjá Hiddenfjord á Fútakletti søkir eftir fiskarøktara

Av tí at virksemið á smoltstøðini framhaldandi økist, hava vit tørv á einum fiskarøktara. Tú verður ein partur av einum stórumtoymi av dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndum við aling.

2026-06-08 21:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Røkta fisk
  • Tryggja góða fiskaheilsu og vælferð
  • Tryggja góða vatngóðsku
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Vit krevja onga ávísa útbúgving ella royndir. Tú fært góða upplæring frá okkum.

Vit vænta tó, at tú:

  • Ert røkin og álítandi
  • Ert arbeiðssom/-samur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Dámar at loysa uppgávur
  • Ert áhuga/ur at arbeiða við djórum

Tú verður partur av framleiðslutoyminum, og vanliga arbeiðstíðin er gerandisdagar frá 8 til 16. Tó verður arbeitt aðrar tíðir viðhvørt.

Hjá Hiddenfjord leggja vit stóran dent á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

  • Góð og skipaðarbeiðsviðurskifti
  • Nútíðarlig amboð og útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
  • Persónliga og fakliga førleikamenning
  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan

Lønin verður eftir avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Andreasen, framleiðsluleiðara, +298 220355, [email protected].

Umsóknir skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 22. juni 2026.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir neyvari avtalu.

Um Hiddenfjord

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum elur laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 40 fólk, av teimum eru 15 fiskarøktarar. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðarvirksemi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder