Annað

Smádrongur árendur

Í gjár klokkan 14:15 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein smádrongur var blivin árendur uttanfyri svimjihøllina í Havn.

2025-01-10 07:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglunistøðini verður sagt, at tíbetur vísti tað seg, at tað ikki var álvarsligt. Talan var um ein bil, sum bakkaði og av tí sama hevði hann ikki nógva ferð. Drongurin bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Beint eftir døgurða var eitt ferðsluóhapp í Hvalba. Ein bilur kom koyrandi av Nesi, og koyrdi útfyri ein bil, sum koyrdi eftir Hvalbiarvegi. Talan var helst um eitt hálkuóhapp.

Klokkan 19:30 fekk løgreglan eina fráboðan um, at stuldur hevði verið í einum hjalli í Havn. Løgreglan fekk skjótt fatur á persóninum, sum hevði stjolið. Talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, sum hevði verið í einum hjalli eftir brennivíni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder