Politikkur

Slysálop

.

2025-03-01 15:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sjúrður Skaale skrivar á Facebook:


Slysálop
Fyrst kallan mann ein mann, ið umboðar eitt fólk, sum í trý ár hevur vart seg og okkum móti krígsmaskinuni hjá Putin, fyri “diktator” og ákærir hann fyri at hava byrjað kríggið.
So býður mann honum í Hvítu Húsini tí mann veit, at hann er desperatur eftir at fáa frið og verju, og vil rinda USA fyri friðin og verjuna við m.a. landsins mineralum. (Og, til sjeynd og síðst - hóast tað er ófatiliga órættvíst - eisini vil rinda við at lata landøki til fíggindan).
Tá mann so hevur hann har, leypir mann á hann, og eyðmýkir mann hann framman fyri (útvaldu) heimspressuni.
Mann sigur ikki eitt ilt orð um tann veruliga diktatorin - mest blóðdálkaða núlivandi menniskja - sum leyp á.
Hetta var eitt slysálop á ikki bara Ukraina, men á Europa.
Tíbetur tekur eitt samlað Europa (minus Orban í Ungarn) greiða frástøðu frá hesum.
Og tíbetur livir fría pressan framvegis í USA - hóast hon er undir stórum trýsti.
Tí kann Vesturheimurin endurføðast.
Men tað krevur stór tøk í fýra hørð ár - og taka vit tey tøkini, fer javnvágin at verða broytt. Europa verður sterkari og USA veikari.
Alternativið til eitt Europa sum ikki dubbar seg bæði so og so, torir mann ikki at hugsa um…

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder