Havstovan: Á Havstovuni kanna vit hvørja viku ymsar parametrar, sum eru tengdir at alguvøkstri í sjónum. Síðstu tíðina hava vit arbeitt við einum nýggjum mátihátti, sum er ein sjálvvirkin greining av myndum av algum (eitt sonevnt Flowcam tól). Hetta loyvir okkum at kanna hvørji algusløg eru í sjónum longu fáar minuttir eftir, at prøvin er komin á Havstovuna.
Nøgdin av Chlorophyll, sum er eitt mát fyri samlaðu nøgdina av algum í sjónum, er hækkað síðstu vikurnar, og tað bendir á eina uppblóming av algum á Landgrunninum (sí mátingar av plantuplankton). Myndagreiningin hevur víst, at seinastu tvær vikurnar eru nøgdirnar av Phaeocystis pouchetti hækkaðar nógv, soleiðis at hetta alguslagið nú hevur yvirvág í algusamansetingini (sí Mynd).
Einstøku Phaeocystis pouchetti algurnar eru smáar (0.01mm), men undir ávísum umstøðum skipa tær seg soleiðis, at tær saman blíva til stórar slímutar klumpar (sí mynd). Hetta gera tær fyri at forða fyri, at tær verða etnar av smáum djóraæti, og tað loyvir teimum samstundis at gerast sera talríkar. Tá slímutu klumparnir detta sundur, gevur tað skúm, sum samlast á vatnskorpuni. Sjálvt skúmið er ikki eitrandi, men Phaeocystis algur eru bólkaðar sum órógvandi algur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald