Ítróttur

Skulu venda gongdini móti kekkum

Fríggjakvøldið vandi føroyska manslandsliðið á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, har Kekkia tekur ímóti leygarkvøldið klokkan 19:45

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-22 11:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Leygarkvøldið setir A-landsliðið við monnum sjøtul á undankappingina til HM 2026. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Kekkia, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 42 í heiminum.

Føroyski hópurin kom til Kekkia seinnapartin hósdagin, og fríggjakvøldið varð vant á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, ið er leikvøllurin, har dysturin skal spælast. Á Malsovicka Arena er pláss fyri 9.300 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum verður nærum fullsett tá slovenski dómarin bríkslar í gongd.

Áðrenn venjingina fríggjakvøldið fekk FSF Varpið orðið á René Shaki Joensen, ið higartil er skrásettur fyri 60 dystir og 3 mál fyri A-landsliðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder