
Klokkan 14 í dag er seinni play-off dysturin á skránni ímóti Litava. Dysturin verður leiktur í Jonava, sum er umleið hálvan tíma í koyring frá Kaunas, sum bæði føroysku spælarnir og áskoðarnir búgva.
Føroyski hópurin kom til Kaunas fyrradagin við beinleiðis flogfarið úr Vágum. Við flogfarinum vóru eisini umleið 50-60 áskoðarar.
Føroysku kvinnurnar vunnu mikukvøldið 36-26 á Litava við Tjarnir, so tað skal nógv ganga galið um tær ikki spæla seg víðari til HM-endaspælið.
Flestu føroysku áskoðarnir búgva á Radisson hotellinum í Kaunas, og er upphitingin hjá teimum byrja. Føroysku áskoðarnir fara við bussu til høllina klokkan 14 lokala tíð, sum er klokkan 12 føroyska tíð.
JN er við á túrinum, og koma vit at hava myndir og samrøður frá degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald