2025-09-26 13:30

Allur fólkaskúlin er nú í Skúlaneti. Hetta er liður í arbeiðinum at savna alment KT og tryggja, at næmingar og lærarar hava somu sterku og álítandi karmar – sama hvar í landinum skúlin er.
Gjaldstovan, sum eisini umsitur Landsnet, hevur við serkunnleika og drúgvum royndum staðið fyri arbeiðinum saman við føroyskum undirveitarum. Soleiðis tryggja vit, at fólkaskúlin hevur bestu trygd og felags KT-grundarlag.
Við felags útboðum og rammusáttmálum er samstundis tryggjað, at vit fáa bestu loysnirnar fyri rímiligan prís og hægsta góðskustig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald