2023-07-21 07:56
Førleikar
Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving. Ein fyrimunur er, um viðkomandi hevur royndir við nemaløn og nematíð.
Vit vænta at umsøkjarin:
- Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
Tann setti kemur í høvuðsheitum at taka sær av og hava ábyrgd av:
- Nemaløn
- Nematíð
- Nemastarv
- Journalisering
- Aðrar fyrifallandi umsitingarligar uppgávur.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju av Trøð Lauritsen, skrivstovufólk, á tlf. 233249 ella Tórdis Dam Johannesen, leiðara, á tlf. 233240.
Setanar og lønartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum kommunala arbeiðsgevarafelagið og starvsfelagið.
Umsókn:
Umsókn skal sendast til [email protected] í seinasta lagi 7. august 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald