Ráðstevnan verður í høvuðsheitum skipað við framløgum. Granskarar frá Fiskaaling, Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO) og SYKE (FI) fara at leggja fram nýggja vitan og granskingarúrslit um aling og viðurskifti, ið hava við aling at gera. Eisini fáa áhoyrarar møguleika at seta spurningar eftir hvørja framløgu.
Skráin er skipað við trimum blokkum. Blokkarnir eru:
- Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð.
- Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingarkunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum.
- Aling, búskapur - og samfelagsviðurskifti: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um hvønn búskaparligan týdning alivinnan hevur í Føroyum.
Luttøkugjaldið er 1.950 kr. fyri hvønn luttakara og lesandi luttaka ókeypis. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og ein hugnaløta við løttum ábiti og drekka tá ráðstevnan er av.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til [email protected]. Freistin er hósdagin 12. oktober.
Skráin
09:30 Innskriving og lættur morgunmatur
10:15 Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, bjóðar vælkomin
10:25 Lús og fiskavælferð
10:30 Dybdebasert forebygging mot lus – effektivitet og velferd ved bruk av skjørt, snorkel og nedsenkning satt i perspektiv mot dagens avlusing
Frode Oppedal, Institute of Marine Research, Norway
10:50 Mekaniskar viðgerðir og sjúkur í alilaksi
Debes Hammershaimb Christiansen, Heilsufrøðiliga starvsstovan
11:10 Can we boost lumpfish welfare and survival through nutrition?
Jessica Di Toro, University of Stirling / Fiskaaling
11:30 Kunning kemur seinni
12:00 Døgurðasteðgur
13:00 Veðurlagsavbjóðingar
13:05 Broytingar í hita og saltinnihaldi á Landgrunninum
Karin Margretha H. Larsen, Havstovan
13:25 Ferðingarmynstur og stutttíðarútlit hjá uppisjóvarstovnum
Eydna í Homrum, Havstovan
13:45 Phytoplankton functional diversity
Sirpa Lehtinen, Finnish Environment Institute (Syke)
14:05 Gelatinous zooplankton monitoring
Amanda Vang, Fiskaaling
14:25 Kaffisteðgur
14:55 Aling, búðskapur og samfelag
15:00 Avleiðingar av veðurlagsbroytingum fyri alivinnuna: Eitt dømi úr Noregi
Unn Laksá, Sjókovin
15:20 Hvat kostar lúsin? Ein meting av búskaparligu avleiðingunum
Magni Laksafoss, Sjókovin
15:40 Transparency and Social Acceptance of Aquaculture. The Norwegian Sustainability-in-Aquaculture Web-portal
Eirik Mikkelsen, Nofima, Norway
16:00 Analysis of the economic performance of salmon aquaculture in the Faroe Islands
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetur Føroya
16:20 Samanumtøka
16:30 Hugnaløta
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Skráin dagførd tann 26/09-2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald