Í morgin, hósdagin, er stórur dagur fyri Sandoynna og fyri føroyska samfelagskervi. Tá verður Føroya fjórði undirsjóvartunnil latin upp fyri ferðslu.
Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar til longdar, og frá nú av verður nógv bilferðsla á hesum strekkinum. Byrjað verður tó við at renna, ganga og súkkla gjørnum hann.
Farið verður í gongd á Gomlurætt klokkan 11. Tríggjar tímar seinni byrjar stóra hátíðarhaldið í Sandoyartunnlinum. Har vera fleiri røðir, umframt ymiskur tónleikur.
Kringvarpið fer at senda beinleiðis frá stóra haldinum. Sí alla skránna ið Tunnilsfelagið hevur lagt út, niðanfyri.
Klokkan 11: Súkkling, renning og ganging av Gomlurætt
Møguleiki er at renna, ganga og súkkla gjøgnum tunnilin. Byrjað verður á Gomlurætt og til Traðardal. Bragdið og B71 skipa fyri.
Fyrst byrja tey, ið súkkla, síðani tey sum renna, og til síðst tey ið ganga. Miðjað verður eftir, at øll eru komin yvirum í seinasta lagi 13.45.
Klokkan 14: Hátíðarhald innanfyri tunnilsmunnan í Traðardali
GHM spælir og síðani verða røður og kórsangur.
Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
Aksel Johannesen, løgmaður flytur fram røðu
Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar flytur fram røðu
Sunleif Rasmussen greiður frá um ljóðmyndina, sum er at hoyra í tunlinum á FM 100
Edward Fuglø greiður frá um listaverkið
Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi flytur fram røðu
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu flytur fram røðu
Sunniva í Stovuni, varaborgarstjóri í Skálavíkar Kommunu flytur fram røðu
Gerhard Lognberg klippir snórin
Hornblástur og fólk fara út úr tunlinum.
Nakað eftir klokkan 15 koyrir elsti bilførari á Sandoynni, Herman Petersen, gjøgnum tunnilin, sum hin fyrsti eftir at tunnilin er alment tikin í nýtslu. Løtu seinni kunna bilar eisini koyra inn av Gomlurætt.
Eftir hátíðarhaldið eru dyrnar opnar í ítróttarhøllini í Traðardali, har øll eru vælkomin til kaffimunn og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald