Vinna

Skopun 190 ár

Um vikuskiftið var hátíðarhald í Skopun.

2023-07-04 11:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Joen Pauli Joensen skrivar:

Skopun 190 ár
Fríggjadagin 30 juni 2023 kl. 17.00 var kvøldseta í høllini í Skopunar skúla í sambandi við at Skopun í ár fyllir 190 ár. Høllin var stúgvandi full av fólki, eisini fólk aðrastaðni, við røtrum í Skopun, vóru hetta fólk komin at vera saman við skopuningum.
Borgarstjórin Gerhard Lognberg var í besta hýri, tá hann bjóðaði vælkomin. Hann stóð á odda fyri einum harmonikuliðið, ið m.a. hevði gestaleikara ættaðum av Skipanesi.
Lokali skemtarin Fríðhild undirhelt so at láturin rungaði í høllini. Ikki kann sigast annað enn at skopuningar duga at hugna sær í gomlu niðursetubygdini. Stuttlig og skemtingarsom fólk.
Tríggir røðarar vóru av skránni. Fyrrverandi skúlastjórin Katrhina Joensen helt ein sera áhugaverdan og upplýsandi fyrilestur um skúlasøguna í Skopun.
Toftamaðurin og løgtingsmaðurin Alfred Olsen, ið vísir seg at vera ein úrmælingur at siga søgur, greiddi so livandi frá niðursetumanninum Olgari, sum fekk sjálvan kong, Christian 8, at útvega sær trøð inni á Saltnesi. Trøð, sum Alfred sjálvur nú hevur í hondum og har hann eisini hevur endurreist gomlu húsini.
Tað var sum at síggja ein einmansleik við Alfred Olsen í mongum leiklutum, ikki minst tá hann fór aftur í søguna og greiddi frá, hvussu tað var tá kongur og Olgar hittust í Keypmannahavn. har Olgar blilleraði við sínum miklu andsevnum.
Við eitt sindur av dramaturgiskari hjálp, er her tilfar til ein heilt fantastiskan sjónleik. Her skal Alfred ikki seta sítt ljós undir eina spann, men síggja til at skriva uppskot til leikrit – og kanska er hann longu í holtur við tað.
Sjálvur hevði eg frá Gerhard Lognberg fingið til uppgávu at tosa um niðursetubygdir mótvegis niðursetubygdum og tann fyrilesturin havi eg heft uppí niðanfyri.
-------------------------
Niðursetubygdir og Skopun
Gott kvøld øll tit, sum eru komin saman her í dag. Fyrst av øllum fari eg at ynskja Skopun og tykkum, sum búgva her hjartaliga til lukku við teimum 190 árunum, ið búleikast hevur verið her á hesum plássi. Eisini fari eg at takk fyri, at mær er sýndur tann heiður, at verða biðin um at siga eitt sindur um bakstøði fyri niðursetubygdunum í Føroyum.
Hugtakið trøð og niðursetubygd hanga saman. Í føroyska málinum hevur orðið trøð tveir týdningar. Tað kann verða eitt inngirt øki í haganum, ofta nærhendis bygdini, sum verður nýtt sum beiti hjá kríatúrum í eitt styttri tíðarbil, sum t.d. Rossatrøðin í Sørvági, sum liggur mitt í bygdini millum Ovaraveg og Niðaraveg, men ein trøð kann eisini verða eitt inngirt jarðarstykki innlagt til uppdyrkngar. Tað er í seinna týdninginum, at eg í dag komi at brúka hugtakið trøð.
Tað verur kanska ikki hugsa so nógv um tað í dag, men í Føroyum hava vit tvey sløg av bygdum, sum eru markatalsbygdir og niðursetubygdir. Markatalsbygdirnar eru tær elstu bygdirnar, sum vórðu skipaðar í markatal. Tað eru tilsamans 85 markatalsbygdir, sum í dag eisini eru støðið undir allari matrikulering í Føroyum.
Markatalið í Føroyum er í dag tað sama, sum tað hevur verið í øldir. Tað er 2367 merkur, 6 gyllin og 15 skinn. Tann stóra helvtin av markatalinum er landsjørð og tann minna helvtin óðalsjørð ella ognarjørð. Landsjørðin var fyrr nevnd kongsjørð, tí tað var kongur, sum átti hana, í dag er tað landið Føroyar sum eigur landsjørðina.
Fyrr í tíðini lá eisini fitt av jørð til prestagarðarnar, tað var tann sonevnda benifiseraða jørðin, sum seinni í tíðini, tá prestarnir fóru at fáa lønina útgoldna í peningi, var løgd afturat kongsjørðini til fólk at festa.
Kongsjørðin hevur frá fornari tíð verið býtt upp í fleiri festi, sum eru sera ymisk til støddar. Eisini Lítlu Dímun var kongsjørð til kongur seldi oynna miðskeiðis í 1800-árunum. Tað komst av at Johan Mortensen ætlaði at keypa oynna, men endin varð, at hvalbingar tóku seg saman og keyptu hana. Tað man hava verið einastu ferð at festijørð er seld. Lítli Dímun er tí ogn í dag.
Fyrr vóru tað eisini aðalsættir, sum áttu jørð í Føroyum, men henda jørð kom at verða keypt av føroyingum og kom tá at vera til ognarjørð.
Fyrr var tað yvirhøvur so, at elsti sonur tók við festinum eftir pápan, meðan møgulig onnur systkin sótu við ongum, uttan so, at bóndin átti ognarjørð umframt, og tað kom javnan fyri. Ognarjørðin gekk í arv til eftirkomararnar eftir arvalógvini, og ognarjørðin kundi eisini seljast ella setast í pant. Presturin harra Klæmint skuldi í síni tí vera herviligur til at kráma ognarjørð inn undir seg.
Í føroyskum máli hava vit orðið brennivínsjørð. Hetta hugtakið er neyvan komið í føroyska málið fyrr enn eftir fríhandilin í 1856, tí eftir tað kom handil mestsum í hvørja bygd. Tá seldu handlar brennivín og annað rúsdrekka, og vóru summir teirra næstan at bera saman við vertshús. Vanligt var, at tá útróðrarmenn høvdu avreitt, so fóru teir í handilin at fáa sær ein ella fleiri fiskasnapsar upp í munnin. Brennivíni skuldi gjaldast, og tað vóru teir, sum komu at standa í skuld til keypmannin av hesum.
Fyrr vóru tað tey, sum stóðu í skuld til einahandilin, men tað kom ongantíð fyri, at handilsskuld varð kravd inn, hon varð bara standandi. Helst hava fleiri ikki tí vita, hvat tað bar í sær at seta jørð í pant fyri brennivín. Tað vóru tí keypmenn, sum á henda hátt ognaðu sær mangan gyllin tá jørð var sett í pant fyri brennivín, og tað var alt ognarjørð, tí festijørðin kundi ikki pantsetast.
Tað eru bygdir har øll jørðin er landsjørð, og so eru tað eisini bygdir har øll jørðin er óðalsjørð, men í flestu bygdum er tað bæði ognarjørð og kongs- ella landsjørð. Fyri landsjørðina verður goldin ein symbolsk leiga, eisini í dag.
Heilt til fyrst í 1800 vóru tað enn bert tær gomlu markatalsbygdir í Føroyum. Í markatalsbygdini hingu øll rættindini í bygdini uppi við jørðini, tað gjørdi her ikki mun, um talan var um ogn ella kongs. Rættindini fevndu um at brúka bæði bø og haga. Eisini hingu fleiri lunnindi uppi við, so sum rættur at skera torv í haganum, veiða fugl í bjørgunum og at fáa landpart av bæði fugli og grind.
Tað at hava bát lá eisini meira ella minni til jørðina, tó var tað so, at øll húski í eini bygd høvdu rætt til sess á báti. Hetta, sum í fyrstani var eitt rættur. tað kom við bátsbandinum í 1813 at verða ein skylda hjá bygdarmonnunum, sum eina tíð í roynd og veru kom at verða ein vansi fyri frælsari fiskivinnu við at, tí tað forðaði monnum í at fáa sær egnan bát, men tað er ein onnur, men ikki minni áhugaverd, søga.
Í markatalsbygdini varð skipa soleiðis fyri, at fólk bygdu sær húsini á tí felags almenninginum ella heimrustini. Tað var bygt ógvuliga tætt, fyri ikki at spilla bø. Hjallar, sornhús og neyst stóðu har, sum hesi hús best tæntu sínum endamáli. Øll viðurskifti bygdini viðvíkjandi vóru frá gamlari tíð greidd á grannastevnu, har tað var luturin í jørð sum gav vald og atkvøðurætt. Tey sum einki áttu høvdu mestsum einki at siga.
Rundan um heimrustina lá tann velti bøurin og uttanfyri bøgarðarnar lá hagin, sum var beiti hjá seyði, neytum og gæsnum. Fólk fóru vanliga ikki út um bøgarðarnar uttan, tá tey gingu sínar lógligu leiðir, sum tey søgdu. Røktingarmenn gingu burtur í haga og fleygingarmenn í fuglabjørgini. Onnur kundu fara í hagan í krónna eftir torvi og um summari gingu neytakonurnar í haganum fyri at mjólka neytunum.
Millum bygdir gingu fólk eftir varðagøtunum. Hildið var, at tað vóru bert seyðatjóvar, sum gingu og mólu í haganum og teir vóru vandamiklir, um teir vóru tiknir á bóli. Í haganum húsaðust øll tey fornesku, serliga huldufólkini. Har kundi huldan, sum ynskti sær mann, sita uttanfyri heyggin og spinna og lokka menn til sín og bjóða teimum óminnisdrykk. Nykurin helt til við vøtn og stórar áir, og hann kundi skapa seg um til ein fittan hund ella ein vakran hest, sum lokkaði bæði børn og vaksin til sín. Nertu tey við hann, so vóru tey straks føst í honum, og fór hann tá beina leið niður í vatnið við teimum.
Einsamøll ferðaðust fólk tí bert í dagslýsi millum bygdir, men tað kundi henda at tíðin fór frá teimum, so tey komu at ganga seg inn í skýming og myrkur og alt kom tá at verða meira huldisligt og óunniligt. Tey ræddust ofta hagan, tí har var alt tað villa, meðan tað var heimligari innanfyri bøgarðarnar. Tað er ikki fyrr enn í nýggjari itið at fólk eru farin at dáma at ganga í haganum til stuttleika.
Jørðin var sjálv vondin í samfelagnum, grundarlagið undir øllum og tey, sum ikki áttu sýru í vegg høvdu lítlan ella ongan møguleika at fáa fótin undir egið borð, men komu at tæna sum arbeiðskonur og húskallar hjá bøndrunum.
Tað var bert tann eini sum festi garðin, og hini systkinini sótu eftir við ongum, men átti bóndin ognarjørð, so kundu tey arva hana. Tó hendi tað rættiliga tíðliga í tíðini, at bóndin kundi lata yngru synunum eina trøð av festinum at brúka, so teir kundi hava kúgv og annars liva sum bønarmenn og útróðrarmenn. Tað kundi verða nóg mikið til at fáa fótin undir egið borð.
Tað kom eisini meira enn so fyri, at bóndi, ið hevði verið so góður við arbeiðskonu, at hon varð við barn, kundi fáa ein húskall at giftast við henni, við at læta teimum eina trøð av festinum at liva av.
Frá 1777 var tað í prinsippinum eisini gjørligt hjá húskalli, sum trúliga hevði tænt hjá bónda í eini 4 ár at fáa eina trøð, men hesum kom ikki so nógv burtur úr.
Leita vit aftur í søguna, lá fólkatalið í Føroyum leingið um eini 4000 fólk. Fyrst í 1800 árinum var tað komið upp á 5000 fólk. Tað stutta av tí langa var, at tað var ikki búskaparligt grundarlag fyri fleiri fólkum tá, tí jørðin og tað, sum var knýtt at henni bar ikki meira. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at fólk yvirhøvur heldur ikki fingu so nógv børn, ofta ikki meira enn tvey. Tað sæst til dømis í tabellunum hjá Løbner. Fingu hjún fleiri enn tvey børn, so var maðurin koyrdur upp á lofti at sova.
Traðirnar, ið summi fingu framíhjá, gjørdu at tann velta jørðin vaks nógv, sum frá leið, men mest kom tó at verða velt burturav ognarjørðini. Samanlagt varð í árunum 1800-1850 velt so nógv, at grundarlagi fyri vetrarfóðurinum til neytini trífaldaðist. Tað var mjólkin sum var bæði tann mest støðuga og týdningamiklasta føðin, há fólki tá í tíðini, og tað vóru eisini neytini sum góvu tey mestu tøðini. Hetta førdi alt til, at fólkatalið eisini spakuliga fór at fór at vaksa, nú meira varð at liva av. Traðirnar bøttu um lívsgrundarlagi, tí kúgvin á trøðni átti lívið í mongum saman við. tí sum kundi vinnast á sjónum. Tað var eisini so, at fleiri fingu sær geit eina tíð, til tey høvdu fingið nóg mikið hoyggj til kúnna. Tað bær til at mjólka geit og geitini hevði feita mjólk.
Í Havn vóru umstøðurnar serligar, har var nakað av fyrifallandi arbeiði at fáa. Í Havnarfólk vóru tey fyrstu í Føroyum, at fáa traðir til leigu tíðliga í tíðini. Teir sum fyrst fingu traðir í Havn, vóru soldátarnir við Skansan.
Tað, at prísurin á ullarvørum varð góður í seinna part av 1700-árunum, gjørdi, at tað loysti seg hjá havnarfólkum at ferðast um landi at bidda ull, sum tey bundu til hosur, ið tey avreiddu til einahandilin. Tað fekk fólk at flyta til Havnar fyri har at royna at fáa fótin undir egið borð. Tann sonevnda Trælalógin í 1777 kom fyri at seta forðingar fyri hesum, tá tað var kravt, at fólk skulu eiga eina hálva mørk í jørð fyri at kunna giftast ella prógva at tey høvdu annan lønandi vinnuveg. Hetta varð gjørt fyri at fáa arbeiðskonur og húskallar at verða verandi á gørðunum, so tey kundu binda hosur fyri bóndan, so hann kundi fáa meira burtur úr ullini, sum tá var Føroya gull.
Føroyar vóru soleiðis leingi eitt ógvuliga íhaldandi og konservativt samfelag, har lítið og einki broyttist. Jørðin og bøndurnir ráddu øllum í øllum viðurskiftum í bygdunum, tó var tað eitt sindur minni munur á fólki í ognarbygdunum, og tí frælsari manna millum.
Tað var so heppið, at fleiri av teimum donsku embætismonnunum, sum komu til landi í fyrra parti av 1800-árunum, eftir at gamla løgtingið varð avtikið, vóru ungir og framburðshugaðir og vildu broyta og nútíðargera føroyska samfelagið. Her hugsi eg serliga um Chr. Pløyen og Tillisch brøðurnar. Eitt nú fingu teir grindareglugerðina í lag og teir vildu eisini menna eina fiskivinnu í Føroyum. Tað var kanska heldur ikki so løgið, tí fiskivinna, serliga salt- og klippfiskaframleiðslan vann fram allastaðni í Norðurhøvum um hetta mundi og fleiri útlendsk fiskiskip fiskaðu tá eisini undir Føroyum, ikki minst hetlendingar, sum føroyingar komu at læra nógv av. Eisini vildu teir bøta og lætta um ferðasambandi oyggjanna millum. Tað var ein av orsøkunum til at bygdir sum Hvítanes og Skopun komu.
Havnarfólk høvdu fingið traðir og tað vóru eisini fólk á bygd sum høvdu fingið traðir í bygdini. Tað næsta stóra stigi verður at fólk nú fara at taka stig til at seta seg niður burtur frá gomlu bygdini í óbygdum. Myndugleikarnir høvdu nú givið fólki møguleikar fyri tí. Niðursetubygdirnar byrja nú at koma og fjølgast tær alla 19. øld og onkur kom eisini seinni, eitt nú Vatnsoyrar.
Grundarlagi undir niðursetubygdunum var fyrst og fremst traðir, sum fólk fingu burtur av kongsjørðini. Munurin var, at trøðin gav ikki onnur rættindi enn tey, sum lógu í sjálvari trøðni, øll onnur rættindi tey lógu til jørðina í teimum gomlu markatalsbygdunum, og soleiðis er tað enn.
Tað var so heppið,, at júst um somu tíð, sum niðursetubygdirnar komu, komu epli at verða vanlig í Føroyum, so tey komu at gera heilt stóran mun í matarhaldinum, saman við tí, sum kundi vinnast á sjónum, men tað vóru ikki allar niðursetubygdir har tað var líka lætt at rógva út. Tað var kanska serliga hesum bygdum, sum tað ikki var lív laga, eitt nú fluttu fólk tíðliga frá Víkum í Vágum. Lívið har kom at verða ov møtimikið. Tað kom tað eisini at vera á Slættanesi, haðani fólk fluttu rættiliga seint.
Hyggja vit at fiskivinnuni í Føroyum, var tað í fyrstu atløgu útróðurin sum mentist, eisini á brimplássum, tí føroyski báturin var lættur t fáast við. Tað, sum av álvara kom at gera mun, tað var sluppfiskiskapurin. Tí við sluppunum kundu menn vera burtur alla summarhálvuna og heima um veturin uttan mun til hvar teir búðu, og tað hóskaði væl til lívið í niðursetubygdunum eisini. Avrokningin kom afturat tí sum trøðin gav i niðursetubygdunum at gera tað munandi liviligari, eins og hon saman við fiskaarbeiðinum eisini gjørdi tað liviligt á stórplássunum.
Tað vóru tær niðursetubygdir, sum komu at menna seg stórliga, eitt nú Tvøroyri, sum kom at gerast ein av miðdeplunum í landinum tá fiskivinnan av álvara gjørdi vart við seg. Grundarlagið undir øllum í markatalsbygdunum var, sum nevnt, jørðin. Bøndur komu ikki at mynda niðursetubygdirnar, men traðarmenn og fiskimenn. Keypmenn og reiðarar vóru heldur ikki knýttir at jørðini, sjálvt um teir kundu eiga jørð. Teir umboðaðu eina meira frælsa vinnu, sum gav fólk arbeiði, løn og avrokning, men eisini annað frælsi við.
Trøðin og niðursetubygdirnar komu at gera, at loyst varð frá markatalsbygdini og hennara yvirræði ella hegemoni, bæði tá tað kom til tað ringa og til tað góða í teimum gomlu føroysku bygdunum. Tað var ein lítil kolvelting.
Í fyrstanini fingu fólk traðirnar til leigu, men seinni kundu tey eftir at hava uppfylt ávís krøv, eisini keypa tær og fáa tær til ognar. Saman við úrtøkuni av sjónum í eini frælsari vinnu, gjørdu traðirnar tað liviligt hjá fleiri og fólkatalið i kom, sum nevnt, at vaksa uppaftur meira.
Skjótt broyttust húsini eisini og fólk fóru úr koyggjunum og í kømur at sova, um tað hevði ávirkan á at barnatali vaks, tað dugi eg ikki at siga, men kanska var tað so. Tað vaks í øllum førum.
At traðirnar seinni í tíðini kundi seljast til grundstykki og annað fyri millióna upphæddir, serliga í Havn, tað er ein onnur søga, sum eg fari at lata liggja.
Upp í niðursetubygirnar hoyrir Skopun, har hestmaðurin Jóhan Hendrik Poulsen, sum tann fyrsti í 1833 setti seg niður í haganum hjá hjá markatalsbygdini Sandi. Tað er vert at nevna, at ein av teimum fyrstu, sum settust niður í Skopun, hevði ætla sær at sett seg niður á Lítlu Dímun. Onkur annar ætlaði sær tað eisini, tá 1830-árnunum, men amtmaðurin Chr. Pløyen, helt ikki at tað var fyri fólk at búgva har, so tað varð av ongum.
Ein av orsøkunum til at Skopun kom, var eisini tann, at myndugleikarnir vildu hava eitt høgligt stað at koma til, tá ferðast ver til Sandoynna, men Skopun lá eisini væl fyri til útróður. Í nýggjari tíð kom Skopun eisini at fáa sítt egna flakavirkið, ið kom at verða hjartað í bygdini.
Fleiri og fleiri komu at seta búgv her og í 1846 fekk A. W. Skibsted sær úthandil í Skopun. Kirkja kom í 1897 og longu í 1902 søktu skopuningar myndugleikarnar um at fáa føroyskt sum teirra kirkjumál. Lagt var til brots fyri at bøta um havnarlagið og í 1918 kom eisini ein hálvan triðja metur breiður vegum millum Skopun og Sand. Í 1923 var Skopun sjálvstøðug kommuna.
Jørgen-Franz Jacobsen skrivar í bók síni um Føroyar, sum kom út í 1936, at “Skopun er det eneste sted på Sandoy, hvor motorbåde og andre fartøjer, der ikke kan hales på land, ligger sikkert i al slags vejr.”
Skopun kom skjótt at vera sjálvar dyrnar til alla Sandoynna, tey seinastu árini um Gomlu Rætt. Um skamma stund verður koyrandi frá somu rætt og upp í Traðardali og tá kemur tað at helst at vera meira friðarligt í Skopun og farleiðin yvir á Gomlu Rætt verður søga.
Eg kenni ein amerikanskan antropolog Jonathan Wylie, sum var her í Skopun í eitt longri tíðarskeið í sambandi við, at hann skrivaði eina antropologiska doktararitgerð um Skopun og skopuningar ella Álvabø, sum er hansara dulnevni fyri Skopun. Har er mangt spennandi at lesa, men tað, sum hann skrivar er tíverri ikki komið út í bók.
Kona hansara Susanne Kaysen hevur hinvegin skriva eina stuttliga bók undir heitinum Far Afield, har hon millum annað greiðir frá tí eina degi, tá Jonthan av álvara fekk gott samband við skopuningar, ella sum onkur vildi sagt í dag: kom í eygnahædd við vanig fólk. Tað var tá hann var noyddur at grava niður ein nýggjan septiktanga. Tá hann stóð har niðri í holinum og gróv, samlaðust skopuningar rundan um holið fyri at práta við hann og eftir tað fekk hann tá vinir fyri lívið, skrivar hon. Um søgan er eftirfarandi, dugi eg ikki at siga, men stuttlig er hon, sum hon er skrivað.
Takk fyri at tit vildu lurta, og enn eina ferð, hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder