Vinna

Skomm -  renna samgonguumboðini nú ørindi fyri fasistin Putin?

Renna samgonguumboðini nú ørindi fyri fasistin Putin?

2022-05-03 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So kom uttanlandsnevndin við sínum áliti viðv. løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.

Tað var við spenningi, at bíðað var eftir úrslitinum. Øll rættsiktað fólk hava greiða fatan um, at eirindarleysi atburður, dráp og jagstran russa í Ukraina – ikki minst móti púrasta sakleysum menniskjum, eigur at verða revsaður og fordømdur upp á tað allar harðasta.

Tí var væntandi, at í hesum máli var tað samd uttanlandsnevnd, sum gav landsstýrismanninum heimildina, hann bað um.

Men nei, álitið er ein skomm fyri samgonguflokkarnar í nevndini.


Eingi nýggj heimild

Sambært álitinum, fær landsstýrismaðurin onga heimild meira enn hana, hann longu hevur frammanundan.

Ístaðin áleggur meirilutin landsstýrismannin í hvørjum einstøkum føri, tá átøk skulu gerast móti russum, at hann skal biðja Løgtingið um lógarheimild.

Endamálið tykist eittans, meirilutin vil forpurra møguleikarnar hjá landsstýrinum at seta tiltøk í verk, sum eru í samljóði við tiltøkini, sum Vesturheimurin fremur.

Meirilutin veit, at landsstýrismaðurin í hvørjum einstøkum føri í hesum serstakliga álvarsliga máli, skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina.

Uttanlandsnevndin, sum er amboðið hjá Løgtinginum í álvars- og trúnaðarmálum.

Tí eru orðingarnar hjá meirilutanum undanførsla – við fjaldari dagsskrá?


Verður meirilutaálitið samtykt í Løgtinginum, er tað tí ikki annað enn at renna ørindi fyri fasistin Putin og hansara einaræði. Men kanska sampakkar tað við fatanina hjá summum?


Niðurstøðurnar hjá meirilutanum í uttanlandsnevndini kunnu tí metast at vera sabotaga móti landsstýri og harvið eisini samgonguni. Nakað, sum eisini man hóva onkrum samgongulimum væl.


Ræðuligar hóttanir

Við beinleiðis tilsiping til Stórabretland, sunnukvøldið 1. mai, vísti tíðindamaðurin Dimitrij Kiseljov í russiska statssjónvarpinum, at nú menna russar nýtt slag av undirsjóvardronu, Poseidon, sum kann hava við sær kjarnorkuløðing uppá 100 megatons. Svarandi til 7000 Hiroshima-bumbur.

Í videoinnslagi í somu sending, var kjarnorkuløðingin sprongd á 1000 m dýpi, sum orsakaði tsunami upp til 500 m hædd, umframt at hon eisini hevði við sær altoyðandi geislavirksemi, sum drap alt og øll í fleiri 1000 km frá frástøðu.

Innslagið vísti hvussu spreingingin oyddi alt Stórabretland, Írland og sjálvsagt Føroyar eisini.

Bumban bleiv detonerað í dýpinum sunnan fyri Føroya Banka.


14 dagar frammanundan vistu russiskir miðlar eisini at siga, at teir hava supersonisk missil, Sarmat 28-missil, eisini kallað Satan 2, sum kunnu bumba allan heimin við kjarnorkubumbum, har missilini hava fleiri ein 20 kjarnorkubumbur hvør.

Hetta er óhugnaligi veruleikin, vit liva í. Har øll okkara framtíð skjótt kann liggja í hondunum hjá despotunum í Kreml.


Umboð Fólkafloksins?

Og nú noktar meirilutin í uttanlandsnevndini landsstýrinum standandi heimild at seta í verk tiltøk móti russum.

Hvar eru umboðini hjá Fólkaflokkinum í uttanlandsnevndini, nú fasistiska myrkrið og einaræði sýgur seg um heimin? Eru tey av teirri fatan, at Putin og hansara harkalið ikki skulu rakast av føroyskum resvitiltøkum?


Í ártíggju stóð Fólkaflokkurin øksl við øksl við NATO og frælsa Vesturheiminum. Flokkurin var burturav trúgvur og álítandi mótvegis teimum, sum tryggjaðu okkum frið og persónliga frælsið, sum ongantíð var og er nøkur sjálvfylgja.

Øll vistu hvar Fólkaflokkurin var.


Hvar standa umboð floksins í uttanlandnevndini í dag? Hava tey flokkin aftanfyri seg, ella taka tey flokkin og allar Føroyar sum gísla?

Hvat er á vási, man nógvum koma til hugs nú.


Bjarni Djurholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder