Politikkur

Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið

§52a fyrispurningur til landsstýriskvinnuna

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-04-08 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spyrjari: Jórun Pólsdóttir, løgtingskvinna

Svarari: Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Evni: Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið

Spurningar:

1. Eru ætlanir um at regulera ferðslu á sjónum, so at hon ikki er ein bági fyri sjófugl í bútíðini, og um so er, verða atlit tikin til bæði búpláss og veiðipláss?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk kanningar at eyðmerkja týdningarmikil veiðipláss hjá sjófugli?

3. Vil landsstýriskvinnan arbeiða fyri at áseta hámarksferð, antin í eyðmerktum støðum ella við ávísari frástøðu úr landi, í bútíðini hjá sjófuglinum?

Viðmerkingar:

Ferðavinnan er ein vinna í menning. Søluvøran er í stóran mun føroyska náttúran, har «Unspoiled» (óspilt) hevur verið eitt av slagorðunum. Føroysku sjófuglastovnarnir, sum eru okkara ríkasta sjónliga djóralív, hava verið í minking í áratíggju. T.d. vísa tøl frá fuglakanningarstøðini, at lomvigastovnurin er minkaður við heili 74% frá 1973 til 2023, og niðurgongdin hevur tikið dik á seg, við at stovnurin er minkaður við 42% frá 2009 til 2023. Tøl fyri aðrar stovnar, t.d. lunda og ritu, vísa eisini støðuga niðurgongd yvir tíð. Sveiggj í vistskipanini kunnu ikki forklára minkandi stovnarnar; tí bendir alt á, at mannaskapt virksemi er atvold til hesa syrgiligu gongd. Tað er av alstórum týdningi at skipa ferðavinnuna, so at hon ikki verður ein streingjandi faktorur afturat fyri viðbreknu sjófuglastovnarnar.

Skjóttgangandi bátar eru sjónliga órógvandi fyri sjófugl. Tað hevur fyrr verið víst á, at skjóttgangandi bátar órógva fuglabjørgini í bútíð, har gangurin frá bátunum loypir so stóran kvøkk á fuglin, at fuglurin óstortliga og í skundi rýmir frá eggum og ungum. Í Føroyum eru ávís øki góðkend sum Ramsar-øki, har hámarksferðin er 8 míl innanfyri 500 m úr landi. Hesi eru Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólmur.

Eitt, sum ikki hevur verið viðgjørt, er, hvørt bátaferðslan órógvar veiðandi fugl, og hvørji øki eru serliga týdningarmikil veiðipláss. Sum dømi kann nevnast Hestfjørður, sum sær út til at vera eitt týdningarmikið veiðipláss fyri sjófugl. Í august 2024 vóru t.d. taldir upp í 1600 lundar í senn, sum veiddu í Hestfirði. Hesi lundarnir veiða til pisu sína, sum bíðar í holuni. Somu dagar sigldu skjóttgangandi bátar í pendulfart við ferðafólki. Tá báturin hoyrist, gerast fuglarnir sjónliga sera skakkir og taka til rýmingar. Hetta bæði streingir teir, og fleiri missa fongin úr nevinum. Tá hetta hendir dagliga, fleiri ferðir um dagin, ávirkar tað bæði foreldur og pisu í hesi viðbreknu tíðini, har bøga og steggi brúka nógva orku at veiða bæði til sín sjálvs og pisuna. Lundi, lomvigi, álka, skarvur, súla og onnur fuglasløg, kava eftir fongi, og fyri tey fuglasløg, har hoyrn undir vatni er kannað, vísa kanningarnar, at oyruni eru tillagaðhoyrn undir vatni. Tí er væl hugsandi, at ljóðið frá bátunum eisini skakar fugl, sum eru undir kavi.

Á Løgtingi, 7. apríl 2025

Jórun Pólsdóttir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder