Politikkur

Skírhóskvøld setti Jesus seg lágt

Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. Jákupsbræv kapittul 4

2026-03-08 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hugmóð stendur fyri falli, sigur orðtakið. Tað er einki hugnaligt at vera saman við menniskjum, sum eru dramblátin, sum hevja seg og síni upp um alt og øll. Eitt nú hoyrir tú onkuntíð foreldur prala um seg og síni børn og tað á slíkan hátt, at har er einki lýti at hóma. Tey eru frammanfyri øll onnur. Tú fær bestan hug at venda á gólvinum og koma tær út um dyrnar.

Børn eru ikki eitt skjal, ikki eitt prógv, sum eg havi í hondini, og sum vísur, at eg eri á hægri støði enn tú. Børn eru eitt slag av kærleika. Børn læra okkum, at tað er í lagið at feila, at gera feilir, og at vit eiga at læra av tí skeiva, vit gera.

Hugmóðigur er ein persónur, sum allatíðina reypar og pralar av succes uttan at viðurkenna onnur og stuðla tey. Hugmóðigur er ein, sum ignorerar ráð frá øðrum og heldur, at hann altíð hevur rætt, og skal rætta onnur og veit betri enn hini, og sum lítisvirðir onnur fyri at framhevja síni egnu virði. Og skuldu tey enda aftanfyri ein annan, so hava tey frágreiðingina, at tað komst av … ella onnur hava skyldina í at ….. Og skuldi tú sagt teimum, at tú hevur veri heppin við onkrum, so svara tey ongantíð: Sum tú var heppin. Nei, so hava tey altíð upplivað at veri hepnari enn tú.

Við einum persóni, ið er ov sjálvklókur og arrogantur, kann tað lættliga enda við, at hann verður við undirlutan ella í síðsta enda tapir og fellir í fátt, og tað tapið kennist ofta nógv størri og svárari enn hjá einum, sum ikki hevjar seg sjálvan, og ikki heldur meira um seg enn tað, hann er. Dramblæti forar eyðmýkt og ektaðum sambandi við onnur, og at onnur duga líka væl ella betri enn eg og, sum frábiður sær hjálp ella ráð, tí at hann heldur, at hann veit betri enn øll onnur.

Fyri ikki at detta í hugmóðfelluna, er tað týdningarmikið at vera eyðmjúkur, lurta eftir sjónarmiðum, sum onnur hava, vera opin fyri øðrum og viðganga egnar feilir og veikleikar.

Og so er hugmóðin so ókristilig, sum hon kann vera. Hygg at honum, hinum mætasta, sum gingið hevur á foldum, hann var ikki hugmóðigur. Tað stendur um hann skírhóskvøld: ”tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.”

Ein kongasonur, ið sanniliga var eyðmjúkur, og setti seg sjálvan lágt,

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder