
Skipstroyggjan er konstant í turkitrumluni hjá Fiskimálaráðnum og er eftirhondini vorðin ein óúthaldiliga strømm spennitroyggja. Teir, sum eru í hesi vinnuni, hava roynt at effektivisera og rationalisera, men lítið batar. Kanska nýggi landsstýrismaðurin sær viðurskiftini frá øðrum sjónarhorni enn undanfarni – vónandi tað.
SERA STÓRAR SKERJINGAR
“Tað er bara góði prísurin, sum bjargar okkum nú,” segði ein drivin og vitugur sjómaður við meg herfyri. Hann hevur við teir fáu trolbátarnar, ið eftir eru í bólki 4T, at gera. Hesum fiskiflota okkara, sum er ómetaliga nógv minkaður seinnu árini vegna skerjingar og friðingar. Vit skulu ikki serliga langt aftur, tá tað mundu vera í minsta lagi 30 trolbátar í hesum bólki – nú eru teir 6, sum eru í vinnu, og teir verða áhaldandi skerdir. Umleið 70% av reellu fiskileiðunum hjá hesum bólki er antin fullkomiliga ella partvíst friðaðar, og gongdin við skerjingum í fiskidøgum og friðingum heldur á.
TILVERUGRUNDARLAGIÐ TIKIÐ
Eg skilji sjálvsagt, at fiskivinnan skal stýrast og umsitast á ábyrgdarfullan hátt, men m.a. støðan hjá trolbátunum er meiri og minni vónleys. Tilverugrundarlagið hongur í tunnum tráði og er á veg út av eggini. Skipstroyggjan er konstant í turkitrumluni hjá Fiskimálaráðnum og er eftirhondini vorðin ein óúthaldiliga strømm spennitroyggja. Teir, sum eru í hesi vinnuni, hava roynt at effektivisera og rationalisera, men lítið batar.
FORLONGDAR FRIÐINGAR OG 10 % FÆRRI FISKIDAGAR
Í 2023 fór landsstýrismaðurin so enn longri við sínum skerjingum, tá hann forlongdi friðingar á tveimum sera týdningarmiklum fiskileiðum. Og í ár avgjørdi landsstýrismaðurin aftur at fylgja tilmælunum og skerja 10% av fiskidøgunum hjá øllum skipabólkum. Hetta rakti aftur harðast hjá 4T.
ALT SKAL TIL LANDS – EISINI SJÓFÓLKIÐ?
Oman á alt hetta, so hevur sitandi landsstýri samtykt kunngerð um, at “alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu í føroyskum sjógvi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum,” sum §1 í “Kunngerð um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum” sigur. Hetta setur sera, sera stór krøv til okkara fiskiflota á so mangan hátt, m.a. um at fáa endurnýggjað vinnutólini.
Teir fáu bátarnir í 4 T, sum eftir eru, fiska ongan stovn upp – tað er púra vist. Gev teimum møguleika at fiska, so teir hava ein kjans at hugsa um at fáa endurnýggjað seg! So teir fáa ein møguleika til at hugsa um at halda ovurhonds stóru krøvini um, at alt skal til lands – krøvini siga, at minst 30 % skulu upp í 2025, og longu í 2030 er talið 100%. Um ikki umstøðurnar at verða betri, ja, so er rættiliga vist, at 100% av manningini kemur til lands, og 100% av fiskinum verður verandi í sjónum.
GÓÐI LANDSSTÝRISMAÐUR...
...gev hesum skipabólki betri umstøður! Betraðar umstøður og rásarúm at virka í vinnuni fer at geva betri vinnutól, betri góðsku, hægri virði og vónandi meiri arbeiði á landi eisini. Harumframt kann tað eisini væl hugsandi fara at vekja hugin hjá ungdómi okkara í størri mun at søkja sjógvin og sjólívið.
So, góði fiskimálaráðharri:
- broyt friðingarnar í I-kassanum og Geiranum aftur til tað, tær vóru undan seinastu friðing. Enn er tíð til at broyta kunngerðina, so bátarnir kunnu fiska í apríl/mai í ár.
- tak 10% niðurskurðin í 2025 aftur
- opna fleiri leiðir
Bárður á Lakjuni, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald