
Eitt starv sum skipari við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
- Evstu ábyrgdina tá manning av egnum skipi fremur eftirlit.
- Kunnleika til lógarverkið, ið Vørn arbeiðir eftir, s.s. fiskivinnulóggávuna, fyrisitingar-lógina o.a. viðkomandi reglur.
- Høvuðsábyrgdina fyri at G&T hondbókin verður fylgd og hildin virkin.
- At arbeiða sambært avtalum, sum Vørn/Fiskiveiðieftirlitið hevur við aðrar stovnar.
- Annað fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv:
- Skipsførara útbúgving.
- Vinnubræv sum Skipsførari við handilsskipum (STCW-regl. II/2 and V/1, Competency as Master).
- Heilsuváttan fyri sjómenn.
- Góðan førleika at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
- Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
- Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri, vinnukavari og onnur viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheiti er skipari.
Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at øki verður umskipað, til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 07. mars 2022 kl. 1200.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost: [email protected]
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald