Lýsing

SKIPARAR TIL ATLANTIC AIRWAYS (M/K) TIL SUMMARIÐ 2022

-

2022-03-08 20:57 Author image
-
placeholder

Okkum tørvar skiparar (M/K) til at flúgva okkara Airbus 320/320neo í summartíðarskeiðnum mai til september 2022 við basu í Danmark og møguliga eisini í Føroyum.

Tín uppgáva verður, á ein professionellan hátt at halda tey høgu krøv, tænastur og væntanir, sum verða sett til Atlantic Airways.

TÍNIR EGINLEIKAR
Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað og professionelt. Hjá tær er trygdin í hásæti, og tú skalt vera broytilig/ur (fleksibul) – her verður eisini hugsað um tað praktiska í sambandi við arbeiðstíð og -stað. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.

Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU.

KRØV
Umsøkjarar skulu hava:

- A320 type rated
- EASA/JAR-FCL-ATPL
- Class 1 medical
- English ICAO level 4

ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR
Størvini eru við støð í Danmark og møguliga eisini í Føroyum. Løn og dagpeningur eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Talan er um flúgving í summartíðarskeiðnum 2022, sum er frá maI til september.

Tey valdu skulu ígjøgnum eina lógarkravda persónsgreining (Psychological Assessment), áðrenn viðkomandi verður sett/ur.

Við støði í hesum verður tað okkara úrvalsnevnd, sum velur út og ger tilmæli til leiðsluna um skikkaðar umsøkjarar. Í úrvalsnevndini sita HR-leiðarin, flogovastin, flogstjórin, venjingarleiðarin og eitt umboð fyri flogmenninar.

UMSÓKNIR
Hevur tú hug at søkja summarstarv sum skipari, vinaliga send okkum  eina  skrivliga  umsókn  saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til [email protected]

VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?
Set teg so í samband við Sámal Danielsen, flogovasta, á telduposti [email protected]  ella tlf. 213 913, ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á telduposti [email protected]  ella á tlf. 213 702.

Umsóknarfreistin er mánadagin 14. mars 2022 kl. 16.00.


Um okkum:
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Les meira á atlantic.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder