
Við denti á dygdargóða ráðgeving og gjøgnumskygni, bjóðar Skift eina heildartænastu til bæði keyparar og seljarar. Fyritøkan veitir m.a. vegleiðing í sambandi við keyp og sølu, upplýsingar um húsaskoðan og ognarskiftistrygging, umframt virðismeting av fastognum.
Aftanfyri Skift stendur Jákup Andrias Hansen, ið er skrásettur og útbúgvin ognarmeklari við fleiri ára royndum innan keyp og sølu av fastogn. Erling Fles er eisini partaeigari í felagnum.
– Vit síggja eitt vaksandi ynski á óheftari ognarmekling í Føroyum. Við Skift ynskja vit at tryggja, at bæði keyparar og seljarar fáa eina dygdargóða og trygga uppliving gjøgnum alla sølu- og keypsgongdina, sigur Jákup Andrias Hansen, stovnari av Skift.
Skift hevur heimasíðuna www.skift.fo, har tað ber til at síggja útboðið av ognum og tænastum. Eisini ber til at seta seg í samband við Skift á telefon nummar +298 750 950 ella við telduposti til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald