Vinna

Skattatrýstið minkar

Skattatrýstið í Føroyum var 40,6 prosent í 2022. Skattainntøkurnar hjá tí almenna øktust í 2022 samanborið við undanfarin ár, men bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar, og tí er skattatrýstið minkað.

2023-10-13 23:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru góðar 10,2 milliardir krónur í 2022. Inntøkurnar øktust við 621 milliónum krónum, ella 6,5 prosentum, sammett við 2021. 

Skattatrýstið á lægsta stigi síðan 2016

 Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá koronufarsóttin brast á. Tað var tá 43,8 prosent. Skattatrýstið er síðani lækkað bæði í 2021 og 2022 og er nú komið niður á 40,6 prosent. Orsøkin til at skattatrýstið minkar í 2022 er, at bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar.

Kravd sosial tryggingargjøld telja alsamt meir

Kravdu sosialu tryggingargjøldini eru gjøld frá bæði arbeiðsgevara og arbeiðstakara til eitt nú Arbeiðsloysisskipanina, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og Heilsutrygd. Sosialu tryggingargjøldini hava ikki fylt eins stóran part av skattainntøkunum, sum tey gera í dag. Í 2006 taldu sosialu tryggingargjøldini góð átta prosent av skattainntøkunum hjá almenna geiranum, og í 2022 taldu tey sløk 13 prosent. Serliga gjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er vaksið lutfalsliga nógv síðani 2015.

Avgjøld á vørur og tænastur

Avgjøldini á vørur og tænastur hava ligið støðugt um 29 til 31 prosent av skattainntøkunum seinastu tíggju árini. Áðrenn fíggjarkreppuna í 2008 taldu avgjøldini meira, millum 33 og 35 prosent. Tá hugt verður at einstøku avgjøldunum, síggjast størri sveiggj. Størsti skatturin í bólkinum er meirvirðisgjaldið, sum taldi sløk 76 prosent av avgjøldunum í 2022. Inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi vuksu fimm prosent í 2022.

Størstu sveiggini síggjast í skrásetingargjaldinum á motorakførum. Inntøkurnar frá skrásetingargjaldinum hava í stóran mun verið viðbreknar mótvegis búskapargongdini søguliga. Tá búskapurin var fyri afturgongd í 2020, minkaði talið á skrásetingum av mortorakførum stívliga seks prosent (undantikið prutl). Talið á skrásetingum hækkaði aftur eitt vet í 2021, men minkaði næstan 20 prosent í 2022. Minkingin í nýggjum skrásetingum sæst aftur í inntøkunum frá skrásetingargjøldunum. Men harumframt síggjast eisini árin av, at alsamt størri partur av skrásettu akførunum eru el- og vetnisakfør, sum ikki eru áløgd skrásetingargjald. Inntøkan frá skrásetingargjøldunum var góð 37 prosent lægri í 2022 enn í 2021.

Lægri skattatrýst enn grannalondini í eystri

Skattatrýstið í Føroyum er á støði við skattatrýstið hjá grannalondunum á meginlandinum, meðan grannalondini í vestri hava eitt lægri skattatrýst. Skattatrýstið broytist frá einum ári til annað, men søguliga hevur rákið verið, at skattatrýstið í Føroyum, Noregi og Finnlandi hevur verið rættiliga javnt, meðan skattatrýstið í Danmark hevur verið nøkur prosentstig hægri.



Tillagaða skattatrýstið lægri enn vanliga skattatrýstið

Ymiskir hættir eru at rokna skattatrýst. Tillagaða skattatrýstið vísir, hvussu stórur partur av tøku bruttotjóðarinntøkuni, sum er eitt mát fyri inntøkurnar hjá øllum borgarum og búføstum eindum tilsamans, fer til almenna nýtslu. Tá eru peningaligar veitingar til borgararnar og stuðul til feløg og vinnu ikki tald sum almenn nýtsla, tí hetta eru skattakrónur sum almenni geirin lutar út aftur til hinar innlendsku geirarnar. Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøka peninginum í samfelagnum, almenni geirin brúkar. Tillagaða skattatrýstið var 32,5 prosent í 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder