Vinna

Skattainntøkurnar met stórar hóast koronufarstótt

Samlaðu skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru slakar 9,3 milliardir krónur ella 43,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2020. Tað er ein øking í skattatrýstinum á 2,4 prosentstig í mun til 2019.

2022-03-17 10:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skattainntøkurnar met stórar hóast koronufarstótt

Føroysku húsarhaldini og fyritøkurnar rindaðu slakar 9,3 milliardir krónur í skattum og avgjøldum í 2020. Samlaða framleiðslan í samfelagnum, bruttotjóðarúrtøkan, var sama tíðarskeiðið 21,2 milliardir krónur. Tað gevur eitt skattatrýst á 43,8 prosent. Skattainntøkurnar tilsamans eru vaksnar øll árini frá 1998 til 2020 undantikið í 2003 og 2009. Hóast koronufarsóttin rakti í 2020, øktust skattainntøkurnar. Tað vóru serliga framleiðslu- og innflutningsskattirnir, ið vuksu.  

Kelda: Hagstova Føroyamio. kr.Skattainntøkur tess almenna1998199920002001200220032004200520062007200820092010201120122013201420152016201720182019202020002005201020152.5005.0007.50010.0009.297 mio. kr.

Skattatrýstið tað hægsta í 10 ár

Tað er ymiskt, hvussu skattatrýstið verður gjørt upp í ymiskum londum, og tí skulu samanberingar av skattatrýstinum millum lond gerast við fyrivarni. Tann mest vanligi uppgerðarhátturin, ið verður nýttur í altjóða samanberingum, er, at allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til bruttotjóðarúrtøku í marknaðarprísum.

Kelda: Hagstova Føroyaprosent av BTÚSkattatrýst19981999200020012002200320042005200620072008200920102011201220132014201520162017201820192020200020052010201538404244464843,8 %

Skattatrýstið hevur sveiggjað millum 39 og 46 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni árini 1998 til 2020. Skattatrýstið var 43,8 prosent í 2020, sum er tað hægsta síðani 2011. Orsøkin til at skattatrýstið veksur er, at skattainntøkurnar vuksu 3,0 prosent, meðan bruttotjóðarúrtøkan minkaði 2,8 prosent.

Inntøku- og ongarskattur telur mest

Inntøku- og ognarskatturin telur størsta partin av samlaðu skattainntøkunum nevniliga sløk 58 prosent. Inntøkuskattur fevnir í høvuðsheitum um persónligan inntøkuskatt og partafelagsskatt, meðan ognarskattur fevnir um m.a. vektgjald. Framleiðslu- og innflutningsskattur telur næststørsta partin, sum svarar til 29 prosent. Her er meirvirðisgjaldið, sum er eitt avgjald á flestu vørur og tænastur, størsta skattainntøkan. Kravd sosial tryggingargjøld, sum fevna um eitt nú gjald í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, arbeiðsloysistrygging umframt gjald til barsilsskipan og Heilsutrygd, telja um 13 prosent av samlaðu skattainntøkunum. Kapitalskattur telur minni enn 1 prosent, og talan er í høvuðsheitum um arvaavgjald.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentSkattatrýst skift á tjóðarroknskaparbólkarFramleiðslu- og innflutningsskatturInntøku- og ognarskattur o.a.Kravd sosial tryggingargjøldKapitalskattur199820002002200420062008201020122014201620182020200020102020050100

Rættað skattatrýst lægri enn vanliga skattatrýstið

Sum omanfyri nevnt, eru ymisk mát fyri skattatrýst. Rættað skattatrýst er skattur í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni. Tøka bruttotjóðarinntøkan er størri enn bruttotjóðarúrtøkan øll árini frá 1998 til 2020, sostatt er rættaða skattatrýstið lægri enn vanliga skattatrýstið. Rættaða skattatrýstið var í 2020 40,6 prosent, sum er stívliga 3 prostenstig lægri enn vanliga skattatrýstið. Munurin millum vanliga og rættað skattatrýst var góð 6 prosentstig um aldarskiftið. Rakstararflytingarnar úr útlondum fyltu ein lutfalsliga størri part av tøku bruttotjóðarinntøkuni í nítiárunum enn í dag.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentYmisk mát fyri skattatrýstSkattatrýst tilsamansRættað skattatrýstTillagað skattatrýstFaktorskattatrýst199819992000200120022003200420052006200720082009201020112012201320142015201620172018201920202000201020202030405060

Tillagað skattatrýst er tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni. Øvugt vanliga og rættaða skattatrýstinum, so fellur tillagaða skattatrýstið í 2020. Tað kemur av, at tøka almenna bruttoinntøkan fellur meira enn tøka bruttotjóðarinntøkan.

Faktorskattatrýstið, sum er skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni, fylgir somu gongd sum vanliga skattatrýstið. Tó liggur faktorskattartýstið á einum hægri støðið.

Skattatrýstið í Føroyum høgt

Vanliga skattatrýstið í Føroyum er høgt samanborið við hini Norðurlondini. Danmark hevur hægsta skattatrýstið á góð 47 prosent. Í øllum Norðurlondum er skattatrýstið tó omanfyri 30 prosent. Í Finnlandi, Noregi og Íslandi er skattatrýstið undir 40 prosent, meðan skattatrýstið í Svøríki er stívliga 40 prosent. Føroyar hava sostatt næst hægsta skattatrýstið í Norðurlondum.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentSkattatrýstið í Norðurlondum, 2020DanmarkFøroyarFinnlandÍslandNoregSvøríki0204060

Samanberingar av skattatrýsti millum lond skulu gerast við fyrivarni, tí ymiskt er, hvussu lond skipa sína skattaskipan. Eitt nú er ymiskt um inntøkuflytingar verða skattaðar, ella skattafrádráttir verða latnir.

Ymisk mát fyri skattatrýst

Tað er ymiskt, hvussu skattatrýstið verður gjørt upp í ymiskum londum, og tí skulu samanberingar av skattatrýstinum millum lond gerast við fyrivarni. 

Skattatrýst tilsamans

Tann mest vanligi uppgerðarhátturin, ið verður nýttur í altjóða samanberingum er, at allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til bruttotjóðarúrtøku í marknaðarprísum, og tað verður gjørt soleiðis: 

Skattatrýst = skattur í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni

Rættað skattatrýst

Bruttotjóðarúrtøkan er samlaða framleiðslan í samfelagnum frádrigið nýtsluna í framleiðsluni. Bruttotjóðarúrtøkan vísir sostatt ikki, hvussu stór inntøkan í samfelagnum er. Ein partur av inntøkuni eru lønarflytingar og ognarinntøka úr útlondum umframt rakstrarflytingar úr útlondum (eitt nú ríkisveiting úr Danmark), og somuleiðis lønarflytingar, ognarinntøka og rakstrarflytingar í útlond. Tá hædd verður tikin fyri hesum inntøkuflytingum fæst tøka bruttotjóðarinntøkan í marknaðarprísum. 
Um allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna, sæst hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni almenni tænastugeirin fær í skattum og avgjøldum. Hetta verður nevnt rættað skattatrýst og verður roknað á henda hátt:

Rættað skattatrýst = skattur í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni

Tillagað skattatrýst

Ein partur av skattainntøkum tess almenna fer aftur til borgararnar sum inntøkuflytingar til húsarhaldini og stuðul til vinnulívið. Inntøkuflytingar eru ikki partur av bruttotjóðarúrtøkuni, tí er talan bert um umfordeiling av inntøkum og nýtslumøguleikum. Tøka almenna bruttoinntøkan, sum vísir, hvussu nógv borgarirnir gjalda av almennu nýtsluni og samansparingini. Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni í samfelagnum almenni tænastugeirin hevur at ráða yvir til fyrisiting og tænastur. Tað roknast sum:

Tillagað skattatrýst = tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni

Faktorskattatrýst

Vøru- og framleiðsluskattir telja bæði í skattatrýstinum samanlagt og sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni í marknaðarprísum. Verður ein stórur partur av skattunum goldin umvegis inntøkuskattir og ein minni partur umvegis vøru- og framleiðsluskattir, økist vanliga skattatrýstið, alt annað líka, hóast skattir tilsamans eru óbroyttir. Hædd verður tikin fyri hesum, um vøru- og framleiðsluskattir (netto) ikki verða tiknir við, og sokallaðir faktorprísir verða nýttir ístaðin fyri markanaðarprísir. Bruttotjóðarinntøkan uppgjørd í faktorprísum verður nevnd bruttofaktorinntøkan. Faktorskattatrýstið verður roknað soleiðis:

Faktorskattatrýst = skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni

Endurskoðaður tjóðarroknskapur og endurskoðað skattatrýst frá 1998 til 2020

Nýggjasta útgávan av tjóðarroknskapinum hjá Hagstovuni er ein endurskoðað uppgerð aftur til 1998. Endurskoðanin hevur við sær, at bruttotjóðarúrtøkan veksur øll árini. Somuleiðis er nýggjasta útgávan av skattatrýstinum eisini ein endurskoðan av uppgerðini aftur til 1998. Fram til 2006 er endurskoðaða skattatrýstið um hálvt porsentstig lægri enn undan endurskoðanini. Frá 2007 til 2017 er munurin um -1 prosentstig. Í 2018 og 2019 er munurin ávikavist -1,8 og -1,9 prosenstig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder