Føroyska møtistaðið og barrin Skarv í Keypmannahavn er 48 ára gomul og hevur seinastu tíðina víst tríggjar stórar KÍ dystir beinleiðis á stórskíggja. KÍ slóð meistararnar úr Ungarn og eisini meistararnar úr Svøríki út úr størstu evropisku kappingini - Champions League kvalifikatiónini - og tað er farið sum eitt positivt sjokk um fótbóltsheimin - hesin fiskibýurin við 5024 íbúgvum - helvtin av liðnum er áhugaleikarar. Tíverri brast dreymurin hjá KÍ, tá Molde sló klaksvíkingarnar út úr júst somu kapping.
Væl av gestum hava vitjað Skarvin. Serliga vóru nógv, tá KÍ spældi og tapti returdystin í Molde. Tá vóru umleið hálvtannað hundrað gestir - flestu teirra vóru føroyskir útisetar, eini fimtan norskir Molde fjepparar og harumframt danska politiska kvinnan Inger Støjberg saman við hennara vinkonum á fótbóltsvitjan á føroyska staðnum mitt í danska høvðusstaðnum.
Størsti dreymurin hjá KÍ er sostatt farin fyri í ár, tó at úrslitini hjá føroyameistarunum í Evropa vóru langt yvir allar væntanir. Kortini eru fleiri stórir dystir eftir. Nú eru føroysku ølirnar endiliga komnar á skarv, og komandi tveir hósdagarnar eru play-off dystir hjá KÍ um at sleppa við í UEFA Europa League bólkaspælið. Dystirnir eru móti Sheriff Tiraspol úr Moldova. Tann fyrri er heimadystur komandi hóskvøld hin 24. avgust kl. 20:45 danska tíð og verður vístur á trimum stórskíggjum á Skarv í Pilestræde 43 beinleiðis av Tórsvølli. Dyrnar lata upp kl. 19:45 við Einar´s durasnapsi og tey góðu og bleytu sitiplássini eru tøk til teir fyrstu gestirnar.
Vinna
Skarv vísir KÍ Evropa play-off dystir
Tíðindaskriv frá Skarv.
2023-08-24 08:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald