Veðrið

Skalvalop við Leynatunnilin

Tvær ferðir í morgun hevur løgreglan fingið fráboðan um, at skalvalop hava verið við Leynatunnilin.

Tilvildarlig savnsmynd

Tilvildarlig savnsmynd

2024-02-11 09:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 08:50 rakti eitt skalvalop ein bil, sum var vestanfyri Leynatunnilin. Ein rútur brotnaði á bilinum, men eingin fólkaskaði hendi.

Av løgreglustøðini verður sagt, at tað var ikki nógvur kavi ið rakti bilin, men tann kavin sum kom oman á vegin rakti bilin.

Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, - heitt verður á bilførarar, um at vísa varsemi, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Landsverki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder