Helgi Abrahamsen vísir á, at um Føroyar skulu røkka málinum um, at øll elframleiðsla á landi skal vera grøn í 2030, so skulu vit helst seta í meðal eina vindmyllulund upp um árið, tey næstu 7 árini, umframt at tær gomlu myllurnar, sum treingja til ábøtur, annaðhvørt verða umvældar ella skiftar út.
“Tríggjar nýggjar vindmyllulundir eru komnar upp tey seinastu tvey árini, og 2022 var fyrsta árið síðani 2014, at oljunýtslan í Føroyum minkaði,” sigur Helgi Abrahamsen.
“Men nú verður boðað frá, at fleiri av teimum gomlu myllunum annaðhvørt eru steðgaðar, ella eru í ferð við at steðga, tí tær eru í so vánaligum standi. Samtíðis hoyrist einki um, at nýggjar vindmyllulundir eru á veg,” sigur hann.
Hann vil tí hava landsstýriskvinnuna at svara hesum spurningunum:
- Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi útboði av loyvum til elframleiðslu úr vindorku tey komandi árini?
- Nær kann roknast við at næstu útboðini av hesum loyvum verða lýst?
- Hvussu nógv feløg hava, síðani seinasta útboðið, víst áhuga fyri at seta vindmyllur upp í Føroyum?
- Nær kann roknast við, at myllurnar koma upp hjá teimum, sum hava vunnið eitt útboð, men framvegis ikki hava fingið myllurnar upp?
- Kann roknast við, at fleiri myllur fara at steðga tey næstu árini, orsaka av, at tær eru í ringum standi?
“Átøk eru gjørd, fyri at fáa brúkararnar at velja el heldur enn olju, bæði tá talan er um bilflutining og um upphiting av húsum. Men skal full nytta fáast av hesum, er neyðugt, at elframleiðslan eisini verður grøn,” sigur Helgi Abrahamsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald