Vinna

Sjúrður biður stjórnina betra vitjanartreytir hjá føroyskum fangum  

Føroyingar, sum sita dóm í Danmark og teirra avvarðandi í Føroyum eru fyri mismuni í donsku rættarskipanini, tá tað umræður vitjanartreytir. Tað heldur Sjúrður Skaale, sum nú hevur heitt á donsku stjórnina um at taka málið upp.

2023-06-01 13:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

Fangar í donskum fongslum hava rætt til í minsta lagi eina vitjan um vikuna frá familju ella avvarðandi. Hetta er eisini galdandi fyri fangar úr Føroyum, sum verða noyddir at sita allan ella ein part av sínum dómi í donskum fongslum. Avleiðingin fyri føroyskar fangar er ofta, at teir ikki kunnu fáa líka nógva vitjan sum danskir fangar, tí familjur teirra í Føroyum ikki hava møguleika at ferðast hvørja viku til Danmarkar at vitja.


Sjúrður Skaale heitir tí á stjórnina at umhugsa øðrvísi vitjanartreytir fyri føroyskar fangar í Danmark, soleiðis at avvarðandi kunnu vitja oftari, tá tey hava møguleika at koma til Danmarkar.


- Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at føroysk avvarðandi noyðast at keypa sær ferðaseðil, finna gisting, kanska biðja sær frí úr arbeiði – altso brúka nógva tíð, orku og pengar - fyri so bara at kanska fáa ein tíma saman við tí, sum situr dóm.


Tað eru tey einstøku fongslini, sum geva tilsøgn um vitjan og annars avgera vitjanartíðir. Men Sjúrður hevur eina vón um, at danski rættarmálaráðharrin tekur málið upp.


- Føroyskir fangar eru fyri mismuni, tí teir hava í veruleikanum ikki sama møguleika at fáa vitjan sum danskir fangar. Tað eigur at bera til at finna eina loysn, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.


Spurningurin kann lesast her: https://www.ft.dk/samling/20222/spoergsmaal/S672/spm/2717661.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder