2023-10-16 09:00
Sjúrðarberg fór um vikuskiftið at sigla heim úr Barentshavinum. Sjúrðarberg hevur henda túrin roynt bæði í russiska og norska partinum av Barentshavinum.
Sjúrðarnerg byrjaði túrin 6. august og verður væntandi heima seint mikukvøldið ella tíðliga hósmorgunin.
Sjúrðarberg hevur henda túrin 355 tons av flaki í lastini.
Tað eru 30 mans við hendan túrin, skipari er Rólvur í Norðnástovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald