Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur til kommunulæknaviðtaluna í Vágum

-

2022-02-05 08:45 Author image
-
placeholder

Søkt verður eftir einum avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing, sum er í barnsburðarfarloyvi, frá 1. mars 2022 til og við 31. januar 2023.

Kommunulæknaviðtalan hjá Djóna S. Joensen søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á læknaviðtaluni í Miðvági, við brøki 0,8 har talan er um arbeiðstíð, sum er 4 dagar um vikuna kl. 8- 16.

Starvið er sera fjølbroytt, og fevnir bæði um viðtalur við sjúklingar, fyrifallandi parakliniskar uppgávur, telefonvisitatiónir o.a.

Umráðandi er, at viðkomandi sum verður settur, er fleksibul og trívist í einum umskiftiligum arbeiðshvørvi.

Royndir í læknaviðtalu kunnu vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Umsókn skal sendast til [email protected]

Løn sambært avtalu.

Nærri kunning um starvið fæst við ringja til Djóna, á tlf. 229862 ella [email protected]

Freistin er 14. februar 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder