Vinna

Sjúklingatrygd

Nú eg stilli upp  til fólkatingsvalið er tað eitt av mínum hjartamálum  at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar til sjúkraviðgerð.  Eg vil arbeiða fyri  at stytta og bøta um viðgerðina og økja um sjúklingatrygdina.

2022-10-19 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tíðin hjá sjúklinginum  í Danmark skal verða  so stutt og effektiv sum møguligt og so lítið tyngjandi fyri sjúklingin sum til ber.    Fyri at náa hesum   er avgerandi neyðugt,  at samstarvið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið er í topp.  Allir relevantir   upplýsingar um sjúklingin skulu verða  tøkir, tá hann kemur til Danmarkar.

Somu kanningar, sum sjúklingurin er farin ígjøgnum í Føroyum,  skulu ikki  gerast umaftur í Danmark, tí  skipanirnar í Føroyum og í Danmark ikki tosa saman. Úrslitið av hesum verður , at viðkomandi upplýsingar um sjúklingin ikki eru tøkir í Danmark, og tað má  byrjast av nýggjum við kanningum. Hetta krevur nógva tíð og orku. Ikki bara hjá heilsuverkinum, men sanniliga eisini hja sjúklinginum.      Arbeiðið, sum er gjørt í Føroyum skal ikki gerast umaftur  í Danmark. Tryggjast skal, at sjúklingurin fær   røttu viðgerðina skjótast møguligt.  Tíðin er í nógvum førum ein avgerandi faktor fyri útlitunum hjá sjúklinginum.

Eitt av amboðunum til  at náa hesum er at fáa  nýggju  føroyska talgildu heilsuskipanina at samvirka  við tí donsku,  soleiðis at journalupplýsingar eru tøkar í bæði føroyska og danska heilsuverkinum.


Við vón um eitt gott fólkafloksvæl

 

Farið á val og veljið fólkaflokkin

Til teir veljarar, sum ikki  ætla sær  á fólkatingsval, vil eg siga, at  tað er ein veruleiki, at vit eru  framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmark. Tað ræður  tí um at brúka henda   møguleikan til at ávirka og tala okkara søk.   Fólkatingssessurin hjá okkum er  ein pallur uttanfyri landoddarnar,   har vit kunnu gera vart við okkara støðu og  føra okkara sjónarmið fram. Fólkaflokkurin hevur áður víst, at tað kann geva úrslit.  Tað ræður um at brúka allar teir møguleikar,  sum vit hava at føra okkara áhugamál  fram, bæði her heima og aðrastaðni.  Tað er umráðandi,  at vit hesuferð fáa eitt borgarligt umboð. Besta borgarliga umboðið fæst við at velja fólkaflokkin á fólkatingsvalinum tann 31. okt.  Farið á val og brúkið hendan møguleikan.   Tað hevði glett meg persónliga  at fingið eina álitisváttan frá veljarunum á fólkatingsvalinum.   


Við vón um eitt gott fólkafloksvæl.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder