Maritima økið var yvirtikið frá dønum í 2002. Tá varð avgjørt, at Sjóvinnustýrið skuldi vera her í Vágum. Seinastu 6 árini hava vit búleikast í Havn, men nú eru vit komin heimaftur og hava kastað akker, so at siga.
Eg vil bjóða øllum, Landsstýrismanni, politikarum, starvsfólki, familju og øllum øðrum eisini at vera vælkomin at síggja okkara flotta og stásiliga bygning her á Giljanesi.
Eg skal ikki nevna nakra ávísan, men stóra takk til politiska viljan at játta okkum ein skrivstovubygning, bæði landspolitikkarar og kommunalpolitikarar, undir hesum eina tøkk til Vága kommunu fyri Grundstykkið. Takk fyri øll somul.
Samstundis vil eg takka SETA arkitektum fyri at tekna okkum ein funktionellan og vakran bygning. Bygningurin ímyndar eitt skip og er so ikoniskur, at vit kunnu brúka hetta tríkantaða sniðið til búmerki, um tað skulu verið.
At ein bygningurin er bygdur til skrivstovu hjá tí almenna er mestsum undantak. Eg kann ikki koma í tankar um nakran annan nýbygdan skrivstovubygning. Vanligt er at byggja stovnar og skúlar, men ikki skrivstovubygningar. Vit eru tí sera sera heppin og eru sera takksom fyri tað.
Byggingin hevur gingið væl. Landsverk hevur haft byggieftirlitið um hendi, og Búsetur hevur verið heildarveitari. Vit, leiðslan, gjørdu skrivligt tilfar, har vit eftir besta førimuni lýstu, hvat vit vildu hava, at bygningurin skuldi innihalda. SETA arkitektar og Búsetur bjóðaðu at byggja bygningin, og stórt sæð einki er broytt í mun til útbjóðingartilfarið. Játtanin at byggja fyri var góðar 30 mió. kr. Tað er merkisvert, at hóast mestsum alt byggitilfar er farið upp í prísi seinastu tvey árinini, vit hava bygt, so hevur játtanin hildið, nú bygningurin er handaður okkum. Takk fyri tað.
Sjóvinnustýrið vil liva upp tað álit og tann stoltleika, sum hesir nýggju karmar geva okkum. Vit eru ein vælvirkandi almennur stovnur, heilt frá Skipaskráseting, sýn av skipum, vinnubrøvum, FAS, lógarsmíði og altjóða samstarvi. Og sum nakað nýtt, so kemur Vitaverkið undir okkara hatt tann 1. juni komandi ár.
20 fólk arbeiða á Sjóvinnustýrinum. Kvinnurnar eru betri umboðarar - tær eru 12 í tali. Av okkara 20 starvsfólkum eru 9, sum eru fastbúgvandi her vesturi. Fakligi
førleikin í húsinum er høgur, og tað ger arbeiðið spennandi, samstundis sum vinnan alla tíðina setur okkum krøv.
Vit eru klár til framtíðar avbjóðingar. Í juni komandi ár skulu vit, saman við øllum almenna geiranum, skoðast av altjóða felagsskapinum IMO. Tað er ein sera krevjandi “próvtøka” av føroyska maritima økinum. Vit fyrireika okkum væl og hava góðar vónir um at vit liva upp til altjóða krøvini.
Sjóvinnustýrið er væl við á talgildu kósini. Vit gera nógv við talgildan og eru millum fremstu almennu stovnar á hesum økinum.
Í dag kunnu øll sjófólk avgreiða síni viðurskifti, tá tey hava tíð, tí talgilda loysnin er atkomulig 24 tímar um samdøgrið. Í dag eru tað 4.536 aktiv vinnubrøv í online skipanini.
Eisini er øll mynstring hjá føroysku fiskiskipum talgild og tøk alla tíð á døgninum.
Alt tað tekniska regluverkið at atkomuligt og dagført á okkara talgilda regluportali, og smábátaeigarar kunnu keypa og selja bátin talgilt á profilinum hjá Sjóvinnustýrinum á Vanganum.
Allir sjómenn fáa eisini áminning á sama Vanga eitt ávíst tíðarskeið, áðrenn vinnubrævið gongur út.
Vit arbeiða nú fram í móti at skapa ein Reiðaríportal, har øll skjøl, sertifikat og siglingarloyvi hjá øllum skipum, bæði smáum og stórum, verða løgd út í eina talgilda goymslu, sum reiðaríið altíð sleppur framat.
Ein framtíðar avbjóðing er nýggj og grøn brennievni. Tað er alt frá LNG/flótandi gass, battarídrift, Vetni/oxygen til amoniakk og methanol. Vit brúka nógva orku at seta okkum inn hesi øki, og tað setur krøv til okkara regluverk, eftirlit o.a. Tað krevur samstundis nógv av okkara starvsfólki, hvørs uppgáva er tryggja, at øll hesi skip sigla trygt, og at manningin kemur heim í sama standi, sum tá tey fóru.
Ein onnur avbjóðing er, at aling í Føroyum veskur sera skjótt, og hetta setur vaksandi krøv til Sjóvinnustýrið. Tað eru í dag omanfyri 115 flótandi eindir, sum vit skulu sýna regluliga, harav eru tað 83 alibátar.
Broytingin í arbeiðsorkuni í Føroyum broytist nógv. Vit hava í dag omanfyri 120 ikki- evropearar í føroysku fiskivinnuni. Hetta setur krøv til bæði okkum, reiðaran og manningarnar. Vit skulu venja okkum við diversitet, og at alt ikki hongur akkurát soleiðis saman, sum tað altíð hevur gjørt. Men sum alt hitt, eg havi nevnt, so gevur hetta nógvar spennandi avbjóðingar, sum ger arbeiðsdagin áhugaverdan og Sjóvinnustýrið til eitt sera spennandi arbeiðspláss.
Við hesum stásiligu og góðu kørmunum, vit nú hava fingið, skuldu allar treytir verið til staðar at liva upp til okkara missión um at verja mannalív á sjónum og framhaldandi at menna tænastur og taka við framtíðar avbjóðingum.
Eg fari at enda við broti úr yrking hjá lokala skaldinum Mykkjali á Ryggi. Við hesum vil eg enn einaferð ynskja okkum øllum til lukku við bygningunum. Vit leggja nú frá landi og gleða okkum til avbjóðingarnar fyri framman.
Leggið út árar og reystliga rógvið
Hart rópa formenn, nú halda vit til Blámar frá bløðum og brýtur frá bógvi Fremstur í ferðini hvør vera vil Dreingir ið duga árarnar toga Spengurnar knýta teir
Leysakøst grýta teir
Hvessingar springa sum kátastu fyl
Takk fyri.
Hans Johannes á Brúgv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald