Vinna

Sjóvinnustýrið flytur vestur í Vágar um eina viku

Komandi mánadag er ætlanin at taka nýggj bygningin hjá Sjóvinnustýrinum í brúk.

2023-11-20 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 30. novembur í 2021 varð fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi.

Tá ið fyrsta flagið var loyst, var ætlanin at bygningurin skuldi standa klárur í mai í ár, men er arbeiði seinkað nakað. Bygningur verður eftir ætlan tikin í brúk mánadagin 27. novembur.

Bygningurin er umleið 800 m2 til støddar og er samlaða játtanin 30. mio.kr.

Tað var í 2002 av Sjóvinnustýrið flutti vestur í Vágar, tað helt til fyrst í Miðvági og seinni í Sørvági, men tey seinastu 6 árini hevur tað hildið til í Havn.

Á Sjóvinnustýrinum arbeiða 20 starvsfólk.

Byggiharri er Landverk og Búsetur er høvuðsarbeiðistakari. Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin. 

Myndirnar niðanfyri eru frá 30. nov. 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder