2022-10-04 13:24

Tað er altíð hugaligt og spennandi tá fleiri ringar hittast um felags arbeiði.
Á skránni verður felagssangur, Argjakórið fer at syngja og Símun P. Jacobsen hevvur andakt.
Síðani fer Frants Jensen og greiða frá føroyskari sjómansmissión í Íslandi gjøgnum 100 ár og Torleif Johannesen fer at greiða frá nýggju bókini: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Høvið verður at keypa bókina og at geva eina gávu til Sjómansmissiónina.
Aftaná verður drekka og hugni.
Øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald