Vinna

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað

Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003, sum er heitasta árið, sum vit vita um innarlaga á Landgrunninum.

2025-10-07 18:10 Author image
Havstovan
placeholder

Í juni bóru vit tíðindi um, at várið á Landgrunninum hevði verið met heitt. Hetta vístu mátingar, sum Havstovan regluliga ger við Oyrargjógv og Skopun. Hesar mátingar eru nú aftur gjørdar upp, og tær vísa, at heita gongdin hevur hildið fram. Bæði juni, juli og august eru væl heitari enn undanfarnu metini fyri hesar mánaðirnar, sum vóru í ávikavist 1960 fyri juni og 2009 fyri juli og august – sí talvu 1. Eisini eru met sett fyri heitastu dagar í hvørjum mánaða, og higartil eru fýra nýggj met sett. Hesi eru 30. apríl (8.04°C), 31. juli (10.95°C), 31. august (11.53°C) og 11. septembur (11.70°C), allir mátaðir við Oyrargjógv. Heitasti dagur, sum vit vita um innarlaga á Landgrunninum, er sostatt 11. septembur í ár. Heitastu og kaldastu dagar í hvørjum mánaða eru at finna í talvu her .

Talva 1. Heitastu mánaðir á Landgrunninum, mátað við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024) (fyrsta linja). Mánaðar miðalhitin í 2024 og higartil í 2025 við Oyrargjógv eru víst á aðru og triðju linju, har nýggju metini eru við reyðum. Legg til merkis, at fyri septembur 2025 resta 6 dagar í, og tískil er hetta ikki endaliga virðið.


Heitasti mánaði og ár (1914-2024)Mánaðarligt miðal (2024)Mánaðarligt miðal (2025)
Jan7.40 (2003)6.846.85
Feb7.14 (2006)6.606.94
Mar7.15 (2003)6.787.25
Apr7.61 (2003)7.057.70
Mai8.41 (2011)8.028.54
Jun9.24 (1960)8.849.33
Jul10.29 (2009)9.8410.47
Aug10.99 (2009)10.5111.23
Sep11.11 (2003)10.5411.55 (24 dg)
Okt10.42 (1959)9.79
Nov9.60 (2009)8.95
Des8.40 (2009)7.79

Hvussu hitnar sjógvurin?

Í tíðindunum í juni varð greitt frá, hvussu hitin í sjónum á Langrunninum kann hitna: Tað er antin gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki av flógvum sjógvi uttanífrá. Niðurstøðan tá var, at helst áttu báðir hesir háttir sín lut í, at várið var so heitt. Gongdin hevur helst verið tann sama í alt summar, men nærri greining má til fyri neyvari at siga, hví hetta summarið hevur verið so óvanliga heitt innarlaga á Landgrunninum. Enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og tískil er ikki greitt enn, um árið 2025 verður met heitt. Meiri verður at frætta um tað tíðliga í komandi ári.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder