Ítróttur

Sjey sekund…

Tá teir fimm minuttirnir, ið dómarin hevði lagt afturat vanligu leiktíðini, vóru farnir, var málleyst á Niksic City Stadion, og alt bendi á, at Føroyar kundu fara heim við einum stigi í viðførinum. Men sjey sekund seinni lá bólturin í føroyska málinum

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-03-26 06:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: 95:07!

Føroyska vónbrotið á Niksic City Stadion í Montenegro týskvøldið var øgiligt. Føroyar lógu til at fáa eitt stig á útivølli móti Montenegro, men langt inni í yvirtíðini skoraði heimaliðið avgerandi málið og vann 1-0.

Gamaní høvdu heimamenninir bóltin nakað meir, og spælið var nógv á føroysku hálvuni. Men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og sæð yvir allar 90 minuttirnar, pluss tað leysa, var eingin vandi á ferð – ikki fyrr enn sjey sekund vóru spæld út yvir teir fimm minuttirnar, sum dómarin legði afturat.

Fótbóltur, ið annars er heimsins besta spæl, kann til tíðir vera beiskur og eirindarleysur, og tað var hann týskvøldið. Okkara menn stríddust av øllum alvi, og høvdu heilt víst betri uppiborið. Soleiðis skuldi tó ikki verða hesaferð.

Men nú ræður um at reisa seg. Næstu dystirnar vera í juni – fyrst venjingardyst móti Georgia á útivølli tann 5. juni, og fýra dagar seinni, mánadagin 9. juni spæla Føroyar og Gibraltar HM undankappingardyst á Tórsvølli.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder