Mentan

Simona Paula í Listastovuni leygarkvøldið 21. juni

Fyri nøkrum vikum síðan framførdi nýggja stjørnuskotið á føroyska tónleikapallinum, Simona Paula, til tiltakið Bygdartónar í Sandavági. Har bergtók hon áhoyrararnar við sínum kenslubornu og inniligu løgum – og nú kemur hon vestur aftur.

2025-06-19 22:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið 21. juni kl. 21.00 verður hon at hoyra í Listastovuni í Miðvági, har hon saman við bólki sínum fer at framføra løg frá debutplátuni SPEGIL, umframt okkurt heilt nýtt verk.

Simona Paula (f. 1998) er av Strondum og traðkaði inn á føroyska tónleikapallin í 2024, tá hon stigvíst útgav stakløgini “Fylg mær heim”, “Lati akker falla”, “Vit vita ikki, hví tað er” og “Sjóborgin”. Øll løgini eru partur av hennara fyrstu útgávu SPEGIL, sum varð væl móttikin og førdi til, at hon í 2025 varð tilnevnd Ársins spíri á FMA.

Hóast hon er nýggj á pallinum, hevur tónleikurin altíð verið ein stórur partur av lívinum hjá Simonu Paulu. Sum 10 ára gomul byrjaði hon at spæla gittar og gjørdist hann hennara trúgvi fylgisveinur – eitt amboð til at seta orð og ljóð á kenslur og umskapa tær til inniligar og erligar sangir. Fyri Simonu Paulu hevur tónleikurin verið ein vegur út úr tungu løtum og ein máti at granska og skilja tilveruna.

Á plátuni SPEGIL hyggur Simona Paula aftur á lívsleiðina – bæði við støði í hendingum og í egn uppvøkstri. Summir sangir eru um ávís tíðarskeið og fólk, ið hava havt týdning í hennara lívi. Aðrir viðgera samfelagsligar spurningar og ta kensluna av at kenna seg fremmanda í einum heimi við normum. Í øllum løgunum speglast kenslur – djúpar, sterkar og erligar.

Bólkurin er mannaður av:

  • Simona Paula – gittar, sang
  • Dania O. Tausen – kór
  • Jan Ingason Hansen – klaver
  • Áron Poulsen – el-gittar, kór

Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar frá kl. 20.30. Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder