Ítróttur

Simon: Vónandi eru nervarnir burtur nú

Privatu miðlarnir, sum eru staddir í Basel í Sveis, hava havt ein telefonfund við Simon Olsen, hjálparvenjara á føroyska liðnum.

2024-12-01 10:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Í verju skulu vit hugsa um, at tær hava sera góðar skjúttar, og tí mugu vit ansa væl eftir teirra langskotum. Vit skulu fáa gongd á skjótálopini frá byrjan. Í álopinum skulu vit ansa eftir, at ikki koma ov tætt uppá teirra verju. Vónandi var tað bara í fyrsta dystinum ímóti Sveis, at kvinnurnar høvdu nervar. Vit hava verið tað longri í Basel nú, og tær hava spælt fyrsta dystin, sum burdi havt við sær, at nervarnir nú eru burtur.

Tær ið byrjar inni í dag eru:

Málverji: Annika Fríðheim Petersen

Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen

Vinstri bakkur: Súna Krossteig Hansen

Miðja: Jana Mittún

Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy

Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen

Stika: Pernille Brandenburg

Í verju skifta Súna, Jana ella Maria við Brynju Høj.

Tær ið ikki eru við í hópinum í dag eru Rannvá Olsen og Lukka Arge

Dysturin ímóti Kroatia byrjar klokkan 14:30 føroyska tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder