Mentan

Silvurdrongur á Listastovuni í kvøld kl. 20.30

Í kvøld klokkan 20.30 verður Listastovan aftur karmur um eina serliga tónleikauppliving, tá Silvurdrongur kemur vestur at framføra.

2026-03-20 17:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Silvurdrongur er kendur fyri sín sermerkta og eksperimenterandi stíl, har mørkini millum tónleik, framførslu og uppliving verða flutt. Konsertirnar eru sjáldan líka – og júst tað er partur av styrkini. Í kvøld verður einki undantak.

Við sær hevur hann hesa ferð eina spildurnýggja manning við royndum og framúr dugnaligum tónleikarum: Bárður Reinert Poulsen, Hjørtur P. Háberg og Torleik Mortensen – afturat Trygva Danielsen. Saman skapa teir ein pall, har áskoðararnir kunnu vænta eina ferð millum óró, stuttleika og spakføri.

Konsertin er partur av eini minni konsertferð í Føroyum, har bólkurin spælir seg heitan, áðrenn leiðin gongur víðari til Keypmannahavnar, har teir skulu framføra á tiltikna spælistaðnum Alice á Nørrebro.

Alt bendir á, at talan verður um eina konsert, sum ikki bara verður hoyrd – men upplivd. Í einum ummæli í altjóða tónleikatíðarritinum Far Out Magazine varð ein framførsla hjá Silvurdrongi lýst sum ein so sterk uppliving, at hon broyti, hvussu ein upplivir tónleik eftirfylgjandi.

Listastovan hevur seinastu árini staðfest seg sum eitt týdningarmikið mentanarrúm í Vágum, og í kvøld verður enn eitt dømi um tað.

Konsertin byrjar kl. 20.30 – og líkt er til, at hon verður verd at vera til staðar til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder