Vinna

Sildin hevur flutt seg í føroyskan sjógv

Fyrst í november tók sildafiskiskapurin seg upp hjá teimum føroysku skipunum.

2023-11-25 09:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Áðrenn fiskiskapurin tók dik á seg, í íslendskum sjógvi, fyrst í hesum mánaðinum vóru um 5.500 tons av sild fiskaði, men fram til í gjár hava føroysku skipini nú fiskað 52.000 tons av sild. 

Tey flestu skipini hava ligið stóran part av hesari vikuni fyri veður, men tá ið tey fóru aftur á sildaveiðu í gjár, raktu tey við sild í føroyskum sjógvi stutt í útnyðring úr Føroyum.

Í morgun eru hesi skipini á sildafeltinum norðanfyri Føroyar. Arctic Voyager, Borgarin, Jupiter, Gamli Jupiter, Christian í Grótinum, Tummas T, Tróndur í Gøtu, Norðingur og Finnur Fríði. Umframt tey føroysku eru eisini tvey russisk skip á feltinum. 

Fagraberg og Norðborg eru í íslendskum sjógvi.

Sildakvotan er stívliga 100.000 tons í ár. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder