2023-07-11 15:26
J&K Petersen:
Tann 9. juli 2013, byrjaði Sigtór Petersen, tá einans 25 ára gamal, í starvi sum verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen. Starvsleiðin hjá Sigtór hevur tikið honum á eina mennandi ferð í felagnum, og í 2017 gjørdist hann leiðari fyri øll verklagsarbeiðir. Síðani á heystið 2022 hevur hann verið stjóri í fyritøkuni.
Sigtór er ein sera nærlagdur og íðin stjóri – og fótbóltsvenjari. Til arbeiðis er hann róligur og metodiskur, men á síðulinjuni við fótbóltsvøllin sleppa kenslurnar framat, og har kunnu bæði eitt og annað róp hoyrast.
Vit ynskja Sigtór hjartaliga til lukku við starvsdegnum, og vóna at tey komandi 10 árini verða eins eydnurík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald