 
 Hesa vikuna verða Virtus Global Games hildnir í Vichy, Frankarríki.
 Hetta eru leikir har úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi kappast.
 Tað er 6. Ferðin at Virtus Global Games verða hildnir, og er hetta aðru ferð at Signa Vár Dávadóttir luttekur.
 Fyri 4 árum síðani, tá leikirnir vóru í Brisbane, Avstraliu, var Signa Vár í toppformi, og kom heimaftur við heili 9 heiðursmerkjum.
 Signa Vár svimur í klassa II3 sum er fyri fólk við vanligum intelligensi men sum eru innan autismuspektrið.
 Kappingarnar hjá Signu Vár byrja í dag, og halda fram alla vikuna.
Skráin og beinleiðis stroyming er at finna á www.gg2023.org
Vit ynskja Signu Vár bestu eydnu við kappingunum. tað skrivar Parasport Føroyar.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald