Ítróttur

SÍF: Gott ár hjá hondbóltinum

Heiðurmerkini skulu sjálvsagt hátíðarhaldast – tað gera vit viðrekkjukoyring og drekkamunni – vit møtast á landsvegnum norðanfyri Grótbrotið í Sandavági – leygardagin 25. mars klokkan 18:15, og steðga til ein drekkamunn inni í høllini.

2023-03-26 22:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SÍF skrivar:

 Um vikuskifti eru aftur komin tvey sett av heiðursmerkjum til SÍF/Søljuna G10 fingu bronsu í A-bólkinum hjá gentum og D12 fingu silvur í c-bólkinum. Hetta bleiv feiðrað við rekkjukoyring og einum drekkamunni inni á Giljanesi, saman vð silvur heiðursmerkinum hjá D14 Hetta hevur verið eitt sera gott ár hjá hondbóltnum. Børnini hava møtt væl upp til venjingarnar hjá Jure, og hann hevur lagt nógv gott í børnini. Hetta er allarhelst eisini árið har vit hava fingið flest heiðursmerki til felagið. G10 fingu bronsu í Faxe Kondi steypakappingini og bronsu í FM G12 vunnu Faxe Kondi steypafinaluna í b-bólkinum D12 silvur í c bólki D14 silvur í c bólki 2.kvinnur bronsu Takk fyri at tit øll hava staðið so væl saman um felagið, um børnini hjá okkum, og takk til allar stuðlarnar og øll sum hava stuðla hondbóltinum í hvør sínum lagi. Eitt stuttligt og mennandi ár, tað verður spennandi at fylgja okkara undgómi komandi árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder