Mentan

Síðstu nøvnini á G! skránni

G! avdúkar síðstu nøvnini ársins festival skránni. La Fleur, Elinborg, Spælimenn, Playmo, Bjørn Hentze Bech, HZD, AWL og Vomit Nation, seta punktum fyri eina av mest fjølbroyttu og spennandi skráum, ið G! nakrantíð hava havt

2023-07-05 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Airways hevur givið festivalinum lætta atgongd til fleiri lond, sæst tað aftur í skránni, sum angar eitt sindur meira av eysturlendskum kryddi enn vanligt.


Høvuðsnøvnini eru algirski rapparin og sangarin Soolking og R&B- og hip-hop kendi poppsangarin Saint Levant, ið hevur palestinskan, franskan, algeriskan og serbiskan uppruna.

Eisini eru enn hópin av spenandi nøvnum úr Føroyum og grannalondunum. Í verða seks føroysk, eitt skotsk og eitt svenskt navn kunngjørd.


Elinborg

Lítla søta Elinborg er nú ein vaksin kvinna, ein kvinna við beini í nøsini, vilja av stáli og nógvum upp á hjartað. Uppvaksin við sangi og tónleiki, hevur hon frá hon var heilt ung brúkt alla sína orku upp á tónleikin.


Fyrsta staklagið hjá Elinborg Brimið” kom út í 2018. Fødd og uppvaksin í Syðrugøtu, kløkkar tað ikki, at sangir hjá Elinborg bera heitið so sum Brimið” og Sjórok” ið ivaleyst er hugkveikt av landsynningsbriminum, ið kemur buldrandi inn eftir víkini. Men líka so buldraslig Gøtuvík er ein landsynningsdag, líka mild og droymandi, er hon ein góðveðursdag í stilli og sirmi, so sangir hennara bera eisini heiti sum sirm og dreymur.


st liðug við fyrsta ári av kandidatúgvingi hjá Rytmisk Musik Konservatorium, við EP´ini Vera, ið kom út síðsta heyst og tveimum spildurnýggjum stakløgum, er Elinborg klár at fara undir at arbeiða fram ímóti síni fyrstu heildarútgávu, umframt at hon hevur fingið hollendska bókingarfelagið Doomstars Booking at taka sær av at skipa fyri konsertum úti í heimi.


Tað verður spennandi at fylgja Elinborg á ferðini inn í tónleikin, og G! gleðir seg at taka ímóti henni í summar.


Spælimenn

Spælimanstónleikur hevur altíð verið partur av G! Á allar fyrsta G! Festivalinum spældu Spælimenninir, og líka síðan hevur glaði og hugnaligi tónleikurin frá spælimonnum ljóma á G! ár um ár, soleiðis verður eisini í ár, tá Spælimenn spæla á sandinum í sambandi við matarløtuna leygardagin.


Spælimanstónleikur fekk nýtt lív í norðurlondum í sjeytiárunum. Spælimenninir í Hoydølum vóru tá við í rákinum og enn í dag er lív í! Nú eru nógv fleiri sum spæla, Á sumri hava Spælimenninir gjørt eitt opið spælirúm, har tónleikarar vera bodnir at spæla saman. Á G! eru meir enn 20 spælifólk, sum spæla violin, cello, mandolin, gittar, floytu, klarinett, akkordion, bratsj, bass og klaver
Tað er loyvt at dansa berføttur ella berføtt.


Playmo

Dávur Poulsen ella  Playmo hevur útgivið á viðurkendum plátufeløgum sum: Paralelo, Planet Rhythm, T Sessions, MindTrip, CMND CTRL, Statics, [R]3volution Records og Modern Minimal.

Tónleikurin er spældur av Richie Hawtin, Rødhåd, Justine Perry, Kangding Ray, Kaiser  og øðrum DJ's. so hóast Playmo er føroyskur hevur tónleikurin altjóða dám og útbreiðslu.

Tónleikastílurin hjá Playmo er tungur og pumpandi við íblástri frá Detroit og Berlin.


La Fleur á G!

Svenska fjøllistakvinnan La Fleur fer á pall á G! Festivalinum við sínum eleganta blandi av House og Techno.

Hetta er ein fest, og tú fært stutt sagt ikki sitið í frið, so tak dansiskógvarnar við á G!, tí hetta er ein uppliving, ið tú ikki vilt ganga glipp av.


Hennara tónleikur hevur ein sterkan samleika, ið bergtekur fjøldina. Eitt nú hittini Aphelion og Flowerhead, men eisini framúrskarandi staklagið Førbindelse, sum varð skapt saman við valisika DJ'num Sasha.


Sum fjøllistakvinna hevur hon roynt seg innan nógv ymisk listarlig úttrykk, eitt nú innan klædnamáta og myndlist, og hevur sítt egna plátufelag Power Plant, ið loyvir henni at gera júst tað, ið henni lystir.

 
Bjørn Hentze Bech

Bjørn Hentze Bech er ivaleyst ein gomul sál í einum ungum kroppi, ella í øllum førum ein ungur maður við gomlum smakki. Sum vertur í útvarpssendingini Afturljóð gjørdist ungi porkeriningurin ein DJ stjørna í Føroyum. Ungi aldurin og stóra innlitið og passjónin fyri gomlum føroyskum og útlendskum tónleiki fyrst og fremst úr 50'unum og 60'unum, bergtók lurtarar frá fyrsta degi. Hann er nú komin til aldurs, men er enn at hoyra við sínum frálíku sendingum. Tí skulu tit ikki rokna við nýggjastu hittunum, tá hann fer at DJ'a í Fjósinum.


Noise

Hvat er Noise? Larmur? Ja, hetta er larmur, men larmur, sum tú ongantíð hevur upplivað larm áður.

Noise” tónleikur setur sjóneykuna á tey ljóð, ella tær røddir, ið man vanliga roynur at sleppa undan. Av tí at hesi ljóð ella røddir sjálvdan sleppa framat, so verður tað ofta øgiliga hart, tá tey enduliga sleppa framat.

Vomit Nation og HZD úr Føroyum og skotsku AWL, yvirtaka fjósið við sínum tulkingum av larmi.

Tað má upplivast, tú mást fara í Fjósið!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder