Vinna

Síðsta skotið í Hvannasundstunlinum verður týsdagin 15. november

Nú verður síðsta skotið latið av í Hvannasundstunlinum. Tiltakið verður omanfyri Norðtoftir.

2022-11-14 13:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Týsdagin 15. november kl. 14:00 verður síðsta skotið í Hvannasundstunlinum latið av. 

Sigurd L. Lamhauge fer at bjóða vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fara Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og 
Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis at bera fram røður. Eisini verða tónleikainnsløg. 

Til seinast fara Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið eru elstu borgarar í Hvannasund og Árnafirði, at lata síðsta skotið av.  

Øll eru vælkomin. 


Fakta um nýggju tunlarnar norður um Fjall:
Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900m langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200m langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500m langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder