2023-03-04 10:50
SÍ vann annað steypið til felagið í gjárkvøldi, tá mannsunglingarnir vunnu 2-0 í steypafinaluni ímóti Mjølni.
SÍ var greitt við yvirlutan í 1. setti, sum teir vunnu 25-18.
Leingi sá út til, at Mjølnir fór at taka sigurin í 2. setti, tá teir vóru á odda 19-13, men móti endanum setti SÍ ferð á og kom upp á 23-23, og síðani tóku teir næstu tveir bóltarnar og vunnu 25-23.
Besti leikari hjá SÍ varð kosin Julian Niclassen og besti leikari hjá Mjølnir varð kosin Jákup Wang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald