2025-04-10 10:00

KÍF vann í gjárkvøldið 3-2 á SÍ í Bónus steypakappingini, men enn er plássið hjá KÍF í hálvfinaluni ikki vist, tí tað kann TB framvegis taka, tá ið TB og KÍF sunnudagin fara at spæla svartaper í Trongisvági. Vinnur KÍF tvey sett, so situr TB eftir við svartaperi, meðan KÍF fer at spæla hálvfinalu. Vinnur TB í minsta lagi 3-1, so situr KÍF við svartaperi, meðan TB fer at spæla hálvfinalu. Hinvegin er vist, at SÍ fer at spæla hálvfinalu, men ikki er vist, um SÍ vinnur bólkin ella ikki, og tað kann hava stóran týdning, tí allarhelst fer tvey'arin at spæla ímóti føroyameistaranum Fleyr í hálvfinaluni. Vinnur KÍF dystin ímóti TB, so vinnur KÍF bólkin, og SÍ verður nr. tvey. Vinnur TB dystin, so vinnur SÍ bólkin.
Í dystinum í gjárkvøldið legði KÍF bragdliga fyri og var leingi á odda við fýra stigum, men SÍ mentist og legði seg á odda 15-14 og 19-18. KÍF fekk luft við at vinna næstu fýra bóltarnar og legði seg á odda 22-19 og megnaði at halda seg frammanfyri og vinna settið 25-22.
KÍF var kortini fyri ongum í øðrum setti, og SÍ legði seg á odda 7-0 og 11-1 og vann lættliga settið 25-11.
KÍF svaraði tó aftur í triðja setti og dró so líðandi frá eftir 10-10 og vann settið 25-19.
KÍF fekk eisini fína byrjan upp á fjórða sett og var á odda 7-2, tá ið SÍ vann seks stig á rað og fór framum 8-7. KÍF javnaði síðan til 12-12, 15-15 og 19-19, men eftir at KÍF hevði minkað um munin til 20-21, vann SÍ teir næstu fýra bóltarnar og settið 25-21.
Í javnbrótaranum kom SÍ í góða støðu, tá tað bleiv 11-8, men KÍF javnaði til 11-11, og eftir at SÍ legði seg á odda aftur 12-11, vann KÍF tey næstu fýra stigini og settið 15-12 og dystin 3-2.

Nú bíðar stórdystur í Trongisvági sunnudagin kl. 14:30, har plássið hjá KÍF og TB í hálvfinaluni í steypakappingini stendur upp á spæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald