Ítróttur

SÍ aftur á fyrstaplássinum eftir 3-0 sigur á ÍF

Polestar-deildin:ÍF – SÍ 0-3 (17-25, 15-25, 28-30)

Myndina eigur SÍ, og hon er tikin eftir jólavenjingina hósdagin

Myndina eigur SÍ, og hon er tikin eftir jólavenjingina hósdagin

2024-12-15 19:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FBF: Eftir at Mjølnir í eina tíð hevur ligið á fyrstaplássinum í Polestar-deildini, er SÍ aftur á tindinum eftir samanumtikið lættan sigur sigur á ÍF í dag, hóast ÍF hevði sjey settbóltar í triðja setti. Nú bæði tey fremstu liðini hava spælt átta dystir, er SÍ fremst við 21 stigum, tvey stig frammanfyri Mjølnir á øðrumplássi.
SÍ legði seg tíðliga í fyrsta setti greitt á odda og fór framum 14-7, og tann munurin helt sær restina av settinum, sum SÍ vann 25-17.

Heldur betur gekk hjá ÍF í øðrum setti, tó at tað endaði við størri muni enn í fyrsta settinum, tí ÍF helt tørn til 13-13, tá SÍ sleit seg leyst við at vinna sjey bóltar á rað og legði seg á odda 20-13. ÍF vann bara tvey stig aftrat, og soleiðis vann SÍ settið 25-15.

ÍF bjóðaði kortini veruliga av í triðja setti og spældi seg til ikki minni enn sjey settbóltar, men SÍ hóraði kortini undan hvørja einastu ferð og vann ístaðin 30-28. Tríggjar teir seinastu bóltarnar vann spælandi venjarin úr Póllandi, Mateusz Pazgan – tveir við smassji frá vinstra kanti og dystarbóltin við blokki.

Seinastu dystirnir í Polestar-deildini í hesum árinum verða spældir fríggjadagin og leygardagin, tá Mjølnir tekur ímóti ÍF (fríggjadagin) og SÍ tekur ímóti Fleyr (leygardagin). Lagt verður síðan aftur til brots 5. januar.

Støðan í Polestar-deildini:
Nr.
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
1
8
17
21
2
Mjølnir
8
12
19
3
Fleyr
8
0
11
4
ÍF
8
-6
9
5
Ternan
8
-23
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder