Rumbul yvirtekur Sheep, eftir at partarnir í samráðingum eru komnir á samt um rætta prísin. Sølan kom í lag eftir samrøður millum partarnir, sum endaðu við samráðingum, ið førdu til avtaluna, sum nú liggur á borðinum.
- Hetta hevur verið ein líðandi gongd, og vit sóu, at okkum stóð í boði at yvirtaka eina vælrikna fyritøku. Tað stóð eisini eigarunum í Sheep frítt at selja til onkran annan, men eg meti, at báðir partar í hesum føri eru komnir til eina skilagóða og rímiliga avtalu, sigur Rói Ørvarodd, stjóri í Rumbul.
- Vit hava bygt upp eina fyritøku, sum vit hava roynt at rikið á skynsamasta hátt. Vit eru errin av Sheep, men nú var ein møguleiki hjá okkum at selja fyritøkuna fyri ein nøktandi prís, og tað eru vit fegin um. Hetta gevur eisini okkum møguleika at royna nýggjar leiðir, sigur Lis Waagstein, stjóri í Sheep.
Rói Ørvarodd upplýsir, at handlarnir frameftir verða riknir hvør sær sum Rumbul og Sheep – hvør eftir sínum leisti.
Kappingarráðið skal taka endaliga støðu til yvirtøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald