Ítróttur

Seyðhundakappingin ”Continental” EM fyri seyðhundar 2023

Í døgunum 24-27 august var ”continental” kappingin hildin í Svøríki har 108 hundar úr 16 ymiskum londum kappaðust. Fyrst bleiv kappast innleiðandi har 6 teir bestu hundarnir á hvørjum degi komu víðari til finaluna, innleiðandi bleiv kappast hósdag, fríggjadag og leygardag, meðan finalan varð sunnudagin 27. august.

Mynd: Ketty Andrea Hentze Winther

Mynd: Ketty Andrea Hentze Winther

2023-08-31 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar høvdu 4 umboð við í kappingini, hesi vóru Anna Sofía Fjallheim við Lynn, Páll Poulsen við Taro, Jónleif Sólsker við Jett og Tummas Jacobsen við Linn.

Hjá Tummas Jacobsen gekk væl innleiðandi, hann endaði nr. 4 og kvalifiseraði seg harvið til finaluna sum bleiv kappast sunnudag.

Í finaluni endaði Tummas nr. 10 sum má metast sum eitt flott úrslit.

Eisini er kappingin skipa sum ein liðkapping, har gjørdust Føroyar nr. 11 av 16.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder